Í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 í dag varð prátað við kenda Víkinga-fjepparan, Rúna Klein Joensen, sum stórfegnast um, at nú eru Víkingur staðfestur bronsuvinnari, aftaná at hava vunnið løgmanssteypið, og hava vunnið seg í triðja undanumfar í Europa League.
Rúni er tó ikki nøgdur enn, og hann kennir seg alvísan í, at komandi kappingarár fer Víkingur allan vegin og finnur FM-gullið á fyrsta sinni í søgu unga felagsins.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Rúni Klein Joensen segði aftaná dystin millum Víking og ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu, sum Víkingur vann 5-0.