Í gjár setti Víkingur nýtt venjarapar í Sámal Eriki Hentze og Sorin Anghel. Síðani hava søgurnar gingið um, at felagið skal hava styrk til komandi kappingarár. Hans Pauli Samuelsen er á veg, meðan nýggjur áleypari skal finanst fyri Finn Justinussen, sum er fluttur av landinum í útbúgvingarørindum.
Les eisini:Bagge venjari í Víkingi
Sum skilst, so eru Páll A. Klettskarð(KÍ) og Arnbjørn Hansen(HB) tveir av framherjunum, sum felagið hevur verið í samband við. Páll A. Klettskarð vil ikki avsannað tíðindini.
- Eg kann siga so mikið, at teir hava víst áhuga, men at eg havi ikki tikið nakra avgerð um komandi kappingarár enn. Sum nú er, so spæli eg við KÍ og havi tað øgiliga gott her norði. Vit hava eitt lið í menning og eitt gott venjaratoymi. Eg havi verið sáttmálambundin síðani 2012. Nú verður arbeitt uppá hvat skal henda til komandi ár. So tað má tíðin bara vísa, sigur Páll A. Klettskarð við in.fo í dag.
Les eisini:Víkingur vil B36 profil
Eisini Arnbjørn Hansen hevur áhuga úr Víkingi. HB hevur ikki gjørt sáttmálar fyri komandi ár, og tí er framvegis ikki greitt um Arnbjørn spælir har komandi ár.
- Eg havi onga avgerð tikið um komandi ár. Eg hugsi mest um at fáa knæið í ordan, so eg sleppi at spæla fótbólt aftur, sigur Arnbjørn Hansen, sum hevur sitið uttanfyri við skaða síðani ólavsøkudystin móti FC Suðuroy.
Bæði Páll A. Klettskarð og Arnbjørn Hansen hava havt skaðar at dragast við hetta kappingarárið.