Víkingur er eisini eitt av feløgunum, sum hevur ársveitslu í dag. Formaðurin í felagnum, Brandur Jacobsen, hevur júst havt røðu. Hann avdúkaði ongan nýggjan spælara.
Hann segði tó, at Víkingur nú hevur vunnið steypakappingina og nú er málið FM. Víkingur, sum er ein samanlegging av GÍ og LÍF, sá dagsins ljós í 2008. Síðani tá hevur felagið vunnið kappingina um Løgmanssteypið tríggjar ferðir.
Tað hevur leingi ljóðað, at Víkingur vil hava spælarar sum Gert Hansen, Levi Hansen og Lukasz Cieslewicz. Gert Hansen hevur í kvøld skrivað undir við EB/Streym, meðan Lukasz Cieslewicz heldur fram í B36. Levi Hanssen hevur eftir øllum at døma ikki tikið eina avgerð.