Hans Pauli Samuelsen skifti í vetur til B36, har hann hevur átt stóran leiklut í søguliga meistaraheitinum hjá árstalsfelagnum. Nú bendir okkurt á, at Víkingur vil Hans Paula Samuelsen, ið ikki hevur longt sáttmálan við B36.
Les eisini:Sámal Erik til Víking
Tað vóru eisini júst B36 og Víkingur, sum stríddust um Hans Paula Samuelsen, tá hann sum ein av fleiri, valdi at skifta frá EB/Streymi. Tá fall valið á B36.
Meðan fleiri spælarar og venjaraparið, Eyðun Klakstein og Jákup á Borg, hava longt fyri komandi kappingarár. So hevur einki verið at sæð til Hans Paul Samuelsen á hesum økinum.
Víkingur hevur í eina tíð boðað frá, at stóra málið í felagnum er at vinna FM. Liðið hevur í Finni Justinussen mist málfarligasta spælaran á liðnum. Nú ljóðar, at ein av teimum, ið skal hjálpa upp á framrættaðu støðuna á liðnum, er Hans Pauli Samuelsen.