Víkingur vendi tí við vindinum ímóti

07 Vestur legði seg stutt undan steðginum framum, men í seinna hálvleiki svaraði Víkingur aftur, og so fóru favorittarnir til hús við øllum stigunum

Gunnar Vatnhamar stútaði sigursmálið, tá ið Víkingur vann 3-2 í ársins fyrsta dysti, sum var í Sørvági

Munurin á liðunum var einki at tosa um, tá ið Víkingur í ársin fyrsta dysti var gestur á Dungasandi hjá 07 Vestur.

 

Víkingur hevur verið roknað at vera millum tey, sum fara at kappast um heiðursmerkini, og 07 Vestur hevur verið roknað millum tey, ið fara at kappast um at sleppa undan niðurflyting.

 

Hóast tað fyri tað mesta gekk javnt á, so var tað Víkingur, sum stóð eftir við øllum stigunum, tá ið dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen, bríkslaði fyri síðstu ferð.

 

Víkingur vann 3-2. Tá ið tað var hálvleikt, var heimaliðið frammanfyri 2-1, og tá sá tað gott út hjá 07 Vestur, sum í fyrra hálvleiki hevði fríska lotið ímóti.

 

Tíggju minuttir undan steðginum legði nýggi álopsspælarin Mads Borchers heimaliðið á odda. Ronni Møller-Iversen innlegg úr vinstru, temjingin í miðverjini hjá Víkingi miseydnaðist, og so var Mads Borchers fyrstur á.

 

1-0 til heimaliðið, men bara tveir minuttir seinni var aftur javnt. Framlegging úr høgru frá Bárði J. Hansen, Andreas Lava Olsen snittaði bóltin víðari, og so var verjuspælið ikki sannførandi. Tað takkaði Olaf Bárðarson fyri, tá ið hann umvegis stólpan sendi bóltin í málið til 1-1.

 

Tað var farið meiri enn ein minutt út um vanligu leiktíðina í fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið aftur legði seg á odda. Fínt álop í høgru, Jasper Van Der Heyden streyk til baklinjuna og legði bóltin flatt til nærra stólpa, har Janus Svabo Samuelsen stýrdi bóltin í málið.

 

2-1 og sinniliga sera hugaligt hjá heimamonnunum og tyngjandi hjá gestunum at fara til hálvleik.

 

Men tað var Víkingur, sum var best, tá ið víkingarnir høvdu lotið ímóti. Bæði tá ið Víkingur javnaði til 2-2, og tá ið víkingarnir skoraðu sigursmálið, var verjuspælið hjá heimaliðnum lítið sannførandi.

 

Í fyrra førinum legði Bárður J. Hansen úr høgru og við frísparki til handara stólpa, har innskifti Martin Klein Joensen stútaði aftur til hin stólpan, har Andreas Lava Olsen við høvdinum setti bóltin í málið. Og so var tað aftur Bárður J. Hansen, sum við frísparki úr høgru legði bóltin í brotsteigin, har heimamenninir hugdu at, meðan miðverjin og landsliðsspælarin Gunnar Vatnhamar rann ímóti bóltinum og mitt fyri málinum og við høvdinum setti bóltin í málið.

 

Víkingarnir rigga fegnir til at fara til hús við trimum stigum í viðførinum, og hjá teimum í 07 Vestur snýr tað seg um at venja deyðbóltsstøður í egnum brotsteigi. At skora tvey mál ímóti Víkingi og ikki at vinna stig eiga teir at iðra seg um.

 

 

 

07 Vestur – Víkingur 2-3 (2-1)

 

1-0: Mads Borchers 35.

 

1-1: Olaf Bárðarson 37.

 

2-1: Janus Svabo Samuelsen 45.+2.

 

2-2: Andreas Lava Olsen 67.

 

2-3: Gunnar Vatnhamar 76,

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Mathias Voss (Dánial Pauli Lervig, 46.), Mads Skøtt Winther, Høgni Egilstoft Nielsen, Ári Arge (Sølvi Egilsson, 81.) – Hákun Edmundsson, Jóannis á Steig – Jasper Van Der Heyden, Ronni Møller-Iversen, Janus Svabo Samuelsen – Mads Borchers

 

Gult kort: Mads Skøtt Winther, Ronni Møller-Iversen, Jóannis á Steig, Dánjal Pauli Lervig

 

Venjari: Michael Schjønberg

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Højgaard – Olaf Bárðarson (Signar á Brúnni, 58.), Géza Dávid Turi, Noah Mney (Martin Klein Joensen, 58.), Jákup Johansen – Andreas Lava Olsen (Arnbjørn Svensson, 91.), Sølvi Vatnhamar

 

Gult kort: Atli Gregersen, Bárður J. Hansen, Ingi Jonhardsson

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

Gunnar Vatnhamar stútaði sigursmálið, tá ið Víkingur vann 3-2 í ársins fyrsta dysti, sum var í Sørvági