Víkingur vendi eftir lítlari løtu øllum á høvdið

1. DEILD: Tað tók víkingunum ein minutt at snara hóttandi tapi til sigur uppi á Brekku í Leirvík

Martin Klein Joensen skoraði eitt av málunum, tá ið Víingur í dag vann 3-2 uppi á Brekku í Leirvíkímóti B68

Støðutalvan sigur, at Víkingur var stórfavorittur, tá ið teir næstbestu víkingarnir í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B68. Víkingur var undan dystarbyrjan á triðja plássi við 31 stigum, og B68 var næstniðast við 14 stigum.

 

Tá ið tað restaði eitt stórt korter legði Aron Reinert Hansen eftir upplegg frá Rúna Skarðhamar B68 á sigurskós. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá18 ára gamla Aron Reinert Hansen í næstbestu deildini.

 

2-1 leiðslan hjá toftamonnum helt inntil tað restaðu tríggir minuttir. Tá var tað Árni Nóa Atlason, sum javnaði fyri Víking. Hetta var fjórða málið hjá 17 ára gamla Árna í næstbestu deildini í ár. Tað var ein annar av ungu víkingunum, 19 ára gamli Páll Eirik Djurhuus, sum átti uppleggið. Og tað var Árni Nóa Atlason, sum átti uppleggið, tá ið Ari Olsen ein minutt  seinni skoraði 3-2 sigursmálið hjá Víkingi.

 

Hjá Martin Klein Joensen hevur tað seinasstu tíðina gingið eitt sindur striltið við málskjótingini. Í dag var hann á næstbesta liðnum, og stutt undan steðginum var tað hann, sum legði Víking á odda 1-0. Uppleggið átti Jákup Martin Jarnskor.

 

Fýra minuttir eftir steðgin javnaði B68 til 1-1. Málskjútti var Óli H. Olsen, sum skoraði fyri triðjua ferð á næstbesta liðnum í ár. Og so var tað síðsta korterið, at talan var um stóran dramatikk og spenning, áðrenn tað var greitt, at Víkingur við 3-2 sigri vann øll stigini.

 

Leygardagin fær Víkingur vitjan av EB/Streymi, og fríggjadagin fær B68 vitjan av HB.

 

Martin Klein Joensen skoraði eitt av málunum, tá ið Víingur í dag vann 3-2 uppi á Brekku í Leirvíkímóti B68