Víkingur vann fyri 13. ferð á rað

Tað eru nógvir fegnir fótbóltsspælarar í Klaksvík, har steyp og gull og silvurkrónur nú eru handaðar

Finnur Justinussen legði Víking á odda 1-0. Hetta var fimta málið hjá honum í ár. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað endaði við 2-1 sigri til Víking, tá ið punktum í dag varð sett fyri ársins landskapping í Klaksvík. Hetta var 13. ferðin á rað, at Víkingur fór av vøllinum við fullari úrtøku. Sigursmálið skoraði Sølvi Vatnhamar, sum eigur máltindin í føroyskum fótbólti. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Víking, og tað setti Sølvi Vatnhamar í netið. Sølvi Vatnhamar er toppskjútti við 21 málum.

 

2-1 sigurin ber við sær, at Víkingur endar kappingarárið við 60 stigum, og at Víkingur hevur tryggjað sær silvurkrónurnar og atgongumerki at spæla í Europa á sumri í 2024.

 

Undan steðginum vóru víkingarnir leikliga omaná. Heimaliðið var ikki so væl upplagt, sum KÍ hevur verið størsta partin av árinum, og víkingarnir vóru meiri í álopsstøðu og KÍ spælararnir vóru mest í verjustøðu.

 

Einasta málið í 1. hálvleiki skoraði Finnur Justinussen eftir fínt einmansavrik, sum vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson stóð fyri. Finnur Justinussen var fremsti maður í dag, nú Martin Klein Joensen var skaddur. Hetta var fimta ferðin á rað, at Finnur Justinussen var málskjútti.

 

Eftir steðgin vóru klaksvíkingarnir mundandi meiri grammir, enn teir vóru í fyrra hálvleiki, og 12 minuttir eftir steðgin eydnaðist tað at javna. Málskjútti var Sivert Gussiås, sum sera snilt úr spískum í høgru lyfti bóltin uppum Bárð á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi. Uppleggið til málið átti Árni Frederiksberg.

 

Leingi sá tað út til, at tað fór at enda við javnleiki. Bæði liðini skiftu spælarar inn, og tað var ábending um, at tað varð lagt nógv fyri. Og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at Víkingur tiltuskaði sær brotsspark og 2-1 sigurin.

 

Finnur Justinussen legði Víking á odda 1-0. Hetta var fimta málið hjá honum í ár. Mynd: Álvur Haraldsen