Víkingur vann ársins fyrsta steyp

Meistararnir í B36 høvdu trupulleikar í álopinum ímóti steypavinnarunum í Víkingi

Triðja árið á rað hevur Víkingur vunnið stórsteypafinaluna. Í kvøld var mótstøðuliðið B36, sum í fjør vann FM. Úrslitið í kvøld var 1-0 til Víking, sum í fjør vann løgmanssteypið.

Einsamalli málskjúttin var Sølvi Vatnhamar, sum í 65. minutti og av brotsteigarmarkinum smekkaði til bóltin við vinstra beini. Bólturin streyk flatt í málið aftanfyri Tórð Thomsen.

 

B36 var meiri á bóltinum, men á síðsta triðinginum á vøllinum var tað striltið hjá meistarunum at fáa tyngd og brodd í. Nýggi danski álopsspælarin var ikki tøkur, og harvið spældi B36 uttan rættiligan álopsspælara.

 

Fram ímóti dystarenda royndi B36 at leggja trýst á, og í einstøkum førum var tað um at gerast vandamikið í sambandi við hornaspørk. Víkinga verjan var væl skipað. Víkingarnir vóru sera nærlagdir, og tá ið teir fóru í mótálop vóru eitt nú Andreas Lava Olsen og Philip Djordjevic vandamiklir.

 

Tað var stilt og turt. At tað var kalt, og at tað var eitt sindur hált í borðunum darvaði eitt sindur.

 

Lions Club skipaði fyri, og teir 376 áskoðararnir góvu 50 túsund krónur, sum vórðu handaðar Háskúlanum.

LIÐUGT

0-1

90) 0-1

3 minuttir lagdir aftrat.

88) 0-1

Eftir uppspæl í vinstru sneiðir Gestur B. Dam seg leysan á brotsteigarmarkinum, men bólturin fer dygst við síðuna av.

86) 0-1

B36 er vandamikið í deyðbóltsstøðum, og nú var tætt við, at Høgni Madsen við høvdinum og frammanfyri nærra stólpan stýrdi bóltin í mál, men Geza Turi stórbjargaði.

79) 0-1

Víkingarnir eru ógvuliga fokuseraðir, væl skipaðir og avgjørdir í verjuspælinum.

B36 hevur ongan rættiligan verjuspælara í kvøld, og tað hevur við sær, at lítið veiggj er í álopspartinum.

73) 0-1

B36 hevur bóltin væl meiri enn mótstøðumenninir, men Víkingur hevur gott tak á verjupartinum, og Lava er vandamikil í skjótum mótálopum.

 

65) 0-1: Sølvi Vatnhamar

So er fyrsta málið í hesum kappingarárinum veruleiki. Víkinga miðvallarin Sølvi Vatnhamar hevur við skoti av brotsteigarmarkinum og mitt fyri sent bóltin í málið við vinstra beini. Fagnaður í Víkinga leguni!

 

48) 0-0

Lívlig byrjan nú báðir partar hava havt málmøguleika fyrstu løtuna eftir steðgin.

 

Spælararnir eru komnir á aftur vøllin. So er spurningurin, um tað nú verður meiri málsøkið, ella um tað verður málleyst og harvið fer at enda við brotssparkskapping.

HÁLVLEIKUR

0-0

Samanspælið hevur verið á góðari leið, men tað hevur restað broddur og tyngd í álopsspælinum.

35) 0-0

Víkingur hevur síðstu løtuna havt tvey horna aftrat, men talan hevur ikki verið um vandastøður.

32) 0-0

Víkingur hevur havt bóltin í B36 málinum, men Philip Djordjevic var rangstaddur, tá ið hann umsetti góða sending frá Andreas Lava Olsen.

30) 0-0

Víkingur hevur havt fyrsta hornasparkið.

27) 0-0

Framvegis sama støða og framvegis mest av spæli millum brotsteigarnar báðar. 

15) 0-0

B36 hevur havt fyrsta stóra møguleikan. Geza Turi bjargaði til horna, tá ið Róaldur Jakobsen royndi, og Geza Turi hálvbjargaði aftur, tá ið Lukasz Cieslewicz royndi seg eftir horna.

 

10) 0-0

Líkindini eru framúr góð, men tað er synd at siga, at tað eru nógvir áskoðarar og hyggja at stórsteypadystinum.

7) 0-0

Ógvuliga friðarlig byrjan og eingin upplagdur málmøguleiki.

Merkisvert er tað, at Gestur B. Dam er fremsti maður hjá B36 í kvøld.

 

Líkindini at spæla fótbólt eru heilt góð í Gundadali, har meistararnir í B36 og steypavinnararnir í Víkingi í kvøld bresta saman í tí so nevnda stórsteypadystinum. Hetta er síðsti dysturin undan kappingarbyrjan.

Nú er kunngjørt, hvørjir ellivu vera á liðunum báðum. Har sæst, at Andrias H. Eriksen, sum í fjør var serea drúgvur í B36 miðverjuni, í kvøld er á beinkinum, og at Hørður Askham, sum í fjør var sera nógv skaðadarvaður, er í B36 miðverjuni frá fyrsta bríksli.

 

 

Víkingur: Geza Turi – Jobin Drangastein, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Gert Hansen, Sølvi Vatnhamar – Andrias Lava Olsen, Heðin Hansen, Magnus Jarnskor - Philip Djordjevic

Á beinkinum: Sámal Jákup Joensen, Jákup Vatnhamar Olsen, Fannhard Skoradal, Gunnar Vatnhamar, Elias Rasmussen, Elias Lervig

B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Hørður Askham, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Høgni Madsen, Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Gestur B. Dam

Á beinkinum: Trygvi Askham, Rói Hentze, Erlendur MagnusAndrias H. Eriksen, Pætur Petersen, Hannis Agnarsson, Árni G. Nilesen