Víkingur og TB spæla í dag fyrsta dystin í seinnu hálvu av Effo-deildini. Dysturin er í Gøtu, og byrjaði klokkan 15:00.
Vit fylgja dystinum beinleiðis, og uppdatera leypandi niðanfyri her.
MÁÁL, 7-2 til Víking, Sølvi Vatnhamar, 90 minuttir: Nú er útsøla hjá TB. Landsliðsleikarin Atli Gregersen streyk avstað í skjótálopi og spældi uppá tvørs til Sølva Vatnhamar, sum skoraði til 7-2 til Víking.
MÁÁL, 6-2 til Víking, Sølvi Vatnhamar: Í yvirtíðini hevur Víkingur skora til 6-2. Tað er landsliðsleikarin Sølvi Vatnhamar sum skoraði tað sætta málið. Talan var um eitt flott mál, har hann trekti inn frá vinstru síðu og smekkaði bóltin í málið umvegis stongina.
MÁÁL, 5-2, Ragnar Tausen, 87 minuttir: So hevur TB aftur minkað um munin. Málskjútti er hin sami sum til tað fyrra málið, Ragnar Tausen.
MÁÁL, 5-1 til Víkingur, Magnus Jarnskor, 83 minuttir: Víkingur bukar TB av í dag. Nú er Víkingur á odda heili 5-1. Málskjútti var innskifti Magnus Jarnskor, sum varð spældur leysur móti TB málverjanum.
MÁÁL, 4-1 til Víking, Hanus Jacobsen, 69 minuttir: So hevur Víkingur av álvara punkterað dystin. Støðan er nú 4-1 til Víking. Málskjútti var Hanus Jacobsen, sum skoraði við beinleiðis frísparki.
MÁÁL, 3-1 til Víking, Finnur Justinussen 65 minuttir: So hevur Víkingur aftur økt um leiðsluna. Tað er enn einaferð Finnur Justinussen sum hevur skora fyri Víking. Uppleggið átti Sølvi Vatnhamar.
MÁÁL, 2-1, Ragnar Tausen, 63 minuttir: Nú hevur TB minkað um munin. Eftir hornaspark hevur Ragnar Tausen skora fyri TB.
55 minuttir: Seinni hálvleikur er byrjaður heldur linliga. Tað hava ikki verið nakrir stórir málmøguleikar enn.
HÁLVLEIKUR: Nú er hálvleikur í Sarpugerði, og støðan er framvegis 2-0 til Víking. Sum heild hevur talan verið um javnan fyrra hálvleik, har Víkingur hevur duga betur at gagnnýtt sínar møguleikar enn TB. Víkingur hevur tó havt gott tamarhald á leiðsluni seinastu tjúgu minuttirnar.
35 minuttir: Víkingur hevur gott tamarhald á dystinum í Gøtu. TB hótti annars nógv teir fyrstu 20 minuttirnar, men í løtuni eru teir ikki líka vandamiklir sum ta løtuna. Sum heild hava fáir møguleikar verið hesa seinastu løtuna.
MÁÁL, 2-0 til Víking, Finnur Justinussen: So er Víkingur á odda 2-0. Tað er annars TB sum hevur hótt mest hesa seinastu løtuna, men tað er Víkingur sum fær málini. Málrevurin Finnur Justinussen hevur júst lagt Víking á odda 2-0 við góðum málið.
20 minuttir: Enn ein fínur møguleiki til TB. Eftir frísparksinnlegg datt bólturin fyri føturnar á Patrik Johannesen, sum heilfluktaði bóltin beint framvið málinum hjá Geza Turi.
18 minuttir: TB er ikki vandaleyst í Gøtu. Í tveimum førum hevur Albert Adu verið nær við at javna fyri TB. Serliga seinni møguleikin var ein risa møguleikin, har Hanus Jacobsen fekk takkla í evstu løtu.
MÁÁL, 1-0 til Víking, 6 minuttir: So hevur Víkingur lagt seg á odda. Málskjútti er Heðin Hansen sum skoraði við einum skotið stutt uttanfyri brotssteigarmarkið. Hanus Jacobsen legði upp til málið.
5 minuttir: Tað er eitt sindur vátt í veðrinum í Gøtu í dag. Dysturin er byrjaður linliga, har eingin stórur málmøguleiki enn hevur verið.
Merkisvert er, at á Víkinga liðnum mangla fýra leikarar, sum vanliga byrja inni. Hans Jørgen Djurhuus, Bárður Hansen, Erling Jacobsen og Andreas Lava Olsen sita allir uttanfyri í dag.
Víkingur: Geza Turi – Sámal Jákup Joensen, Atli Gregersen, Gert Hansen, Dánial Pauli Lervig – Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Filip Djordjevic, Gunnar Vatnhamar, Hanus Jacobsen – Finnur Justinussen
TB: Ivan Stojkovic – Hanus Mortensen, Heine Mortensen, Teitur Olsen, Andri F. Bjørnsson – Jonas Gejel Hansen, Teitur Justinussen, Martin Tausen, Patrik Johannesen, Ragnar Joensen – Albert Adu