Víkingur vann 2. plássið frá NSÍ

Við sannførandi avriki gjørdi Víkingur í kvøld av við NSÍ, sum dettur aftur á triðja pláss.

Vegna steypafinalu ímillum somu lið seinni mánaðinum, Víking og NSÍ, hittust hesi bæði liðini í Sarpugerði í kvøld í einum framskundaðum oddabraki, har 2. plássið í Effodeildini var upp á spæl. NSÍ var undan dystinum tvey stig frammanfyri Víking, so hetta var møguleikin hjá NSÍ at leggja sjógv niður til Víking, eins og hetta var møguleikin hjá Víkingi at vinna 2. plássið frá NSÍ.


Víkingur legði fyri sum eitt ódnarveður og longu í 5. minutti legði Finnur Justinussen heimaliðið á odda 1-0. Tað var lítið um NSÍ, sum væl kundi verið afturúr við fleiri málum fyrstu løtuna, og tað skuldi eisini vísa seg, at Víkingur økti – enntá tvær ferðir. Tað vóru Andreas Lava Olsen og Sølvi Vatnhamar, sum syrgdu fyri, at Víkingur slapp til hálvleiks á odda heili 3-0.


Í seinna hálvleiki vóru ikki eins nógvir málmøguleikar. Bæði liðini skiftu út tríggjar ferðir og dysturin broyttist og dovnaði nakað eina løtu. 10 minuttir fyri dystarlok eydnaðist tað Klæminti A. Olsen at minka um munin til 3-1, og umframt nakrar klandurstøður seinastu løtuna, so var hetta tað einasta nevniverda, sum hendi í seinna hálvleiki.


Hjá NSÍ var tað merkisvert, at Hákun Edmundsson, Jann Martin Mortensen og Magnus H. Olsen, sum allir hava verið so at siga fastir fúsir í ár, í kvøld sótu á beinkinum frá dystarbyrjan. Teir vórðu allir sendir á vøllin í seinna hálvleiki, og tað tóktist eisini sum tað hjálpti – men ov seint var.


Við 3-1-sigrinum ímóti NSÍ í kvøld hevur Víkingur nú vunnið sær 2. plássið frá NSÍ, sum dettur aftur á triðja pláss og er eitt stig aftanfyri. Víkingur er fýra stig aftanfyri B36 á fremsta plássi, sum er fýra stig frammanfyri og hevur ein dyst til góðar.


Beinleiðis tekstafrásøgn, sum in.fo hevði frá dystinum, sæst niðanfyri:

 

___________


Víkingur – NSÍ 3-1 (3-0)

1-0: Finnur Justinussen, 5.

2-0: Andreas Lava Olsen, 39.

3-0: Sølvi Vatnhamar, 44.

3-1: Klæmint A. Olsen, 80.

 

Liðugt: Nakrar klandurstøðu merktu dystin seinastu minuttirnar, men nú hevur Alex Troleis blást av. Endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til Víking.

 

 

92min.: Atli Gregersen, Pól Jóhannus Justinussen og Árni Frederiksberg fáa allir eitt gult kort í part fyri klandurstøðu.

 

 

90min.: Fýra minuttir eru lagdir afturat vanligu leiktíðini.

 

85min.: NSÍ spælir bóltin runt. Innskifti Súni Olsen hevur fingið gula kortið.

 

 

82min.: NSÍ bankar upp á. Nú var tað Jens Joensen, sum stútaði hornasparksinnlegg, men bólturin fór framvið málinum.

 

80min.: Mááááál! 3-1 til Víking! Klæmint A. Olsen hevur minkað um munin, soleiðis at støðan nú er 3-1 til Víking. Spurningurin er bara, um tað ikki er ov seint hjá runavíkingum.

 

75min.: Seinasta útskiftingin í dystinum er framd. Tað er Filip Djordjevic, sum verður útskiftur, og í hansara stað er Gunnar Vatnhamar komin.

 

 

70min.: Nú skiftir Víkingur út. Gert Hansen avloysir Heðin Hansen.

 

 

61min.: NSÍ ger eina tvífalda útskifting. Magnus H. Olsen og Jann Martin Mortensen koma á vøllin í staðin fyri ávikavist Harald R. Højgaard og Jónhard Frederiksberg.

 

 

59min.: Andreas Lava Olsen hevur tuskað fyri seg í dag. Hann verður avloystur av Súna Olsen.

 

58min.: Einar Tróndargjógv sendir bóltin innfyri málið, men Klæmint A. Olsen fær ikki kós á stútaran.

 

57min.: Góður møguleiki til Andreas Lava Olsen. Hann verður hildin, tá ið hann er um at gerast leysur, men dómarin letur hann fáa fyrimunin. Var tað ikki fyri einum NSÍ-ara, sum kom fyri í evstu løtu, so hevði Víkingur verið á odda 4-0.

 

 

55min.: So ger NSÍ sína fyrstu útskifting. Hákun Edmundssen verður settur á miðvøllin í staðin fyri Christian Høgna Jacobsen.

 

54min.: Víkingur hevur lagt trýst á eina løtu, men nú var tað Einar Tróndargjógv, sum royndi seg við langskoti, sum Geza Turi tó bjargaði lættliga.

 

 

49min.: Finnur Justinussen roynir seg við beinleiðis frísparki, men Andras Gango

 

46min.: Hóast tað gekk av skriðuni hjá NSÍ í fyrra hálvleiki, so hava teir valt ikki at skifta út í hálvleikssteðginum. Á beinkinum sita menn sum Jann Martin Mortensen, Hákun Edmundsson og Magnus H. Olsen.

 

 

Hálvleikur: NSÍ royndi seg við stútara eftir hornasparksinnlegg, men hetta er ikki dagurin hjá teimum. Víkingur er á odda heili 3-0 í hálvleikssteðginum.

 

 

44min.: Mááááál! 3-0 til Víking! Við góðum langskoti hevur Sølvi Vatnhamar nú lagt Víking á odda 3-0.

 

 

39min.: Mááááál! 2-0 til Víking! Long sending endar hjá Andreasi Lava Olsen, sum einasamallur við málverjanum ikki hugsar seg tvær ferðir um og sendir bóltin í málið. Víkingur hevur í løtuni beina kós ímóti 2. plássi í Effodeildini.

 

37min.: Haraldur R. Højgaard, sum ikki hevur spælt væl higartil, hevur fingið fyrsta gula kortið í dystinum fyri takkling.

 

25min.: Loksins fekk NSÍ sent eina roynd avstað. Eftir gott uppspæl royndi Árni Frederiksberg kanónina, men bólturin fór framvið málinum.


16min.: Men Víkingur plagar ikki at hava trupulleikar av NSÍ. Fyrr í ár hava teir vunnið 5-1 og 4-2 ímóti NSÍ.


15min.: Hetta er ikki NSÍ-liðið, sum vit kenna. Víkingur er greitt omaná í løtuni og NSÍ hevur enn ikki nærkast málinum.


10min.: Víkingur hevur sitið á øllum fyrstu løtuna. Júst nú hevur Andreas Lava Olsen havt risa møguleika at gera tað til 2-0.


5min.: Mááááál! 1-0 til Víking! Finnur Justinussen hevur lagt Víking á odda.

 

Byrjunaruppstillingar:

 

Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling D. Jacobsen, Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic, Heðin Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen – Finnur Justinussen


NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Haraldur R. Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Christian Høgni Jacobsen - Jónhard Frederiksberg – Klæmint A. Olsen