Í kvøld klokkan 18 spælir Víkingur fyrra dystin í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini.
Dysturin verður á Tórsvølli móti slovakiska liðnum, FC DAC 1904 Dunajská Streda.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 17.50.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo