Víkingur snýttir fyri mál

Bárður Hansen er ikki íva um, at kolldømda málið, sum Finnur Justinussen skoraði í fyrra hálvleiki í kvøld, bleiv kolldømt av órøttum.

 

Ongin ivi var um samlaða vinnarin í Europa League uppgerðini á Svangaskarði í kvøld. FC Petrolul úr Rumenia vann fyrra dystin 3-0 og var á odda 2-0, tá Bárður Hansen, at síggja til, legði ein dreymabólt innfyri til Finn Justinussen, sum í aðru atløgu fekk prikað bóltin í málið. Tíverri fyri Víking, so hevði dómarin flaggið á lofti. Hesum er Bárður Hansen als ikki samdur í.

 

- Eg haldi ikki tað var nær við rangstøðu. Eg haldi, at eg leggi bóltin beint innfyri, ella enntá eitt sindur útfrá. Hjálpardómarin var skjótur at veittra, men eg skilji ikki hví, sigur høgri bakkurin.

 

-       Eg bleiv bilsin, tí eg helt tað var ein framúr bóltur, men tað helt hann so ikki, sigur U21 landsliðsspælarin víðari.

 

Bárður hevur havt eitt hendingarík summar. Hann hevur umframt at spælt í Effo-deildini, steypakappingini og í Europa League við Víkingi, eisini spælt við U21 landsliðnum, sum millum annað megnaði at spæla 2-2 javnleik móti Rumenia.

 

-       Tað er bara stuttligt at sleppa at royna seg móti slíkum stórum spælarum. Sum eg skilji tað, so verður nummar sjey(Gheorghe Grozav, blaðm) seldur til Juventus skjótt, so tað er stuttligt at spæla móti einum slíkum spælara, sigur Bárður Hansen víðari.

 

Víkingur skal ólavsøkudag spæla móti TB í Effo-deildini. Bárður ásannar, at hetta kann blíva ein torførur dystur. Hann heldur fyri, at um menn kempa líka nógv, sum teir hava gjørt seinastu dystirnar, so skal Víkingur nokk klára seg. Spurdur um Víkingur klárar at vinna seg úr niðurflytingarstríðnum, er kviki bakkurin bersøgin.

 

-       Vit flyta ikki niður, sigur Bárður Hansen at enda.

 

Samrøðan við Bárð Hansen er at hoyra undir myndini.