Víkingarnir endaðu 2023 sera sannførandi, og Víkingur hevur í 2024 lagt fyri sum eitt ódnarveður – hóast líkindini ikki hava verið so góð.
Í fyrsta umfari í VFF CUP vann Víkingur fyri einari viku síðani 9-0 ímóti EB/Streymi, og nú seinnapartin vann Víkingur 7-0 í Gundadali ímóti HB.
Meðan Víkingur hevur umleið somu manning sum síðsta kappingarár, so arbeiða teir í HB við at samanspæla heilt nýtt lið.
Hjá Víkingi skoraði Arnbjørn Svensson tvey mál, og hini málini skoraðu ársinsspælari í fjør Sølvi Vatnhamar og so Árni Nóason Atlason, og nýggju menninir á besta liðnum Jonatan Lervig, Jákup Martin Jarnskor og Jørgen Nielsen, sum í fjør spældi við B68
Á Tórsvølli hittust B36 og EB/Streymur. Har var úrslitið 1-1. Gutti Dahl-Olsen, sum er fluttur úr EB/Streymi og til B36, skoraði fyri heimaliðið og Filip Djordjevic fyri EB/Streym.
Merkisvert var tað, at báðir málverjarnir vóru úr B36 – Silas Eyðsteinsson og Bjarti V. Mørk.










