Víkingur smurdi B36 av

1. DEILD: Við tennissigri á heimavølli ímóti B36 lyfti Víkingur seg aftur fram á næstfremsta plássið

Tað var ikki hissini úrslit, tá ið teir næstbestu hjá B36 tíðliga seinnapartin vóru gestir uppi á Brekku í Leirvík, har teir næstbestu hjá Víkingi eiga heimavøll.

 

Víkingur vann 6-1 eftir 2-1 í fyrra hálvleiki. Eftir lítlari løtu, tá ið eitt stórt korter var farið, skoraðu Regin Jensen og Bergur Jákupsson Poulsen, og so var 2-0. Felags fyri teir báðar, Regin og Berg, var tað, at hetta var fyrsta ferðin í ár, at teir vóru málsjúttar í næstbestu deildini.

 

Fimm minuttir undan steðginum minkaði Gilli Samuelsen um munin til 2-1. Hann hevur skorað sjey mál í fimm teimum seinastu dystunum, og tilsaman hevur hann skorað 10 mál í ár.

 

Eftir steðgin var heimaliðið greitt omaná. Víkingur skoraði fýra mál, og bæði Rani Hansen og Magnus Heinason vóru tvímálskjúttar.

 

Sigurin ber við sær, at Víkingur aftur er næstfremst. Stigatalið er tað sama, sum tað er hjá NSÍ, men málmunurin er betur hjá Víkingi. B36 er á sætta plássi.

 

Leygardagin fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti AB, og B36 fer sunnudagin at spæla á Skála.

 

Skála181215402037
Víkingur191027513332
NSÍ191027433632
B7118927393029
AB17845352828
B3619748314125
EB/Streymur197111324422
HB197012274321
FC Suðuroy18549314219
18549243619

 

Mikudagin 18. august

 

AB - KÍ

 

Leygardagin 21. august

 

KÍ - NSÍ

 

EB/Streymur - B71

 

HB - FC Suðuroy

 

AB - Víkingur

 

Sunnudagin 22. august

 

Skála - B36