Víkingur skal spæla 8 ferð í 30 dagar

Tað er stutt millum altjóða avbjóðingar, steypafinalu og dystirnar í landskappingini

Føroyskur fótbóltur stórfegnast um altjóða avrikið hjá Víkingi í summar. Hósdagin skal Víkingur spæla á heimavølli ímóti HNK Rijeka úr Kroatia, og næstu vikurnar verður ikki møguleiki hjá Sigfríði Clementsen og hansara monnum at hugsa um at venja, og tað vera ikki stundir til nógv annað arbeiði enn at spæla fótbólt.

Kappingarnevndin hevur tillagað skránna hjá Víkingi í landskappingini, nú tað er greitt, at Víkingur bæði í hesi og í næstu viku eigur altjóða avbjóðing.

Tað er neyvan ofta komið fyri áður, at eitt føroyskt lið í 30 dagar skal spæla átta týdningarmiklar dystir – umframt at liðið skal nakrar dagar til Kroatia. Tað er ikki pláss at spæla útsetta dystin í Runavík ímóti NSÍ fyrrenn mikudagin 17. september, sum er mikudagurin millum 22. og 23. umfar.

Einki man vera at ivast í, at allir menninir í Víkinga hópinum onkra ferðina fáa høvið at fara á vøllin.

Skráin hjá Víkingi næstu vikurnar er henda:

Hósdagin 31. juli: Víkingur-HNK Rijeka.

Mánadagin 4. august ÍF-Víkingur.

Hósdagin 7. august  HNK-Rijeka-Víkingur.

Mánadagin 11. august Víkingur-EB/Streymur.

Sunnudagin 17. august Víkingur-AB.

Mikudagin 20. august Víkingur-KÍ.

Sunnudagin 24. august Víkingur-NSÍ

Leygardagin 30. august HB-Víkingur – steypafinala.

 

Fótbóltssambandið hevur ikki enn lagt uppfyri, hvussu tað skal verða, um Víkingur megnar at spæla seg í bólkaspælið í Europa liguni. Um víkingarnir fara at megna tað bragdið, so verður neyðugt at endurskoða landskappingina í september og oktober.