Víkingur Reykjavík vann tepran sigur

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík hevur framvegis fult stigatal

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældu í kvøld dyst á útivølli móti Fram í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist fram at vinna tað, sum sambært Morgunblaðnum var ein tepur og harðvunnin 1-0 sigur.

 

Erlingur Agnarsson skoraði sigursmálið í 64. minutti. 

 

Víkingur er saman við Breiðablik og KR fremst í deildini við seks stigum.

 

Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 taka Gunnar og liðfelagarnir móti Patriki Johannesen og liðfeløgunum í Breiðablik á heimavølli.