Tað eydnaðist ikki Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík at vinna finaluna um Reykjavíkarmeistaraheitið móti KR.
Víkingur tapti finaluna 5-6 aftaná brotssparkskapping. Gunnar spældi teir fyrstu 56 minuttirnar av dystinum, og var hann sostatt ikki millum brotssparksskjúttarnar.
KR legði seg á odda seks minuttir undan steðginum. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Sveinn Gísli Þorkelsson til 1-1. Í brotssparkskappingini skoraði KR upp á øll fimm brotsspørkini. Víkingur brendi eitt brotsspark, og tað bleiv munurin millum liðini í finaluni.
Fríggjakvøldið 9. februar tekur Víkingur móti Leiknir í tí fyrsta dystinum í Lengjubikaranum.











