Víkingur Reykjavík fekk gott lutakast í steypakappingini

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir standa við góðum møguleika at røkka hálvfinalunum í steypakappingini

 

Víkingur Reykjavík vann steypakappingina í fjør

Íslendska fótbóltssambandið, KSÍ hevur drigið um hvørji lið skulu møtast í fjórðingsfinalunum í íslendsku steypakappingini. 

 

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík, ið verandi steypavinnari standa við einum sera góðum møguleika at røkka hálvfinalunum í steypakappingini. Víkingur sum er oddalið í bestu íslendsku deildini trekti botnliðið, Fylkir á heimavølli. Fylkir er aftast í bestu deildini við bert einum stigi.

 

Fjórðingsfinalan verður leikt á heimavøllinum hjá Víkingi, mikukvøldið 12. juni klokkan 20.15.

 

Hinar fjórðingsfinalurnar eru Keflavík-Valur, KA-Fram og Þór Akureyri-Stjarnan.

 

 

 

 

 

Víkingur Reykjavík vann steypakappingina í fjør