Víkingur og KÍ spæla aftur í dag

Kvinnur: Lykladystir vera bæði í Gøtu og Runavík í kvøld

Í gjár endaði tað við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið tvey tey bestu liðini í bestu kappingini hjá monnum hittust í Sarpugerði.

 

Í dag hittast Víkingur og KÍ aftur í Sarpugerði. Nú eru tað kvinnuliðini, sum fyrireika seg til landskappingardyst. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.00, og Andras Frederiksberg verður dómari.

 

Felags fyri Víking og KÍ er, at tey í FM endaspælinum hava 37 stig, sum er trý stig færri enn NSÍ, sum er oddalið. Í dag er talan um útsettan dyst, og tá ið hann verður av, hava øll fýra liðini spælt tríggjar dystir í endaspælinum.

 

Hin dysturin í dag er seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB. NSÍ vann fyrru hálvfinaluna 5-1 og er tí stórfavorittur í kvøld at vinna seg í finaluna. Steypafinalan verður leygardagin 5. oktober, og tað er greitt, at Víkingur verður hitt liðið í finaluni. Fyrsta bríksl í Runavík verður klokkan 19.30, og Arthur Højgaard verður dómari.