Víkingur má vinna fyri at halda lív í FM-vónini

(Ljóðsamrøða) Høvuðsvenjarin hjá Vìkingi blæsir til álops, tí bara sigur kann brúkast hjá teimum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum varð gjørd gjøgnum telefon í Miðlahúsinum við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen. Tíverri er ljóðgóðskan nakað skerd.

 

Sigfríður og hansara menn vitja B36 í Gundadali í Havn í dag. Dysturin byrjar klokkan 17.15, og fer Tróndur Arge at siga frá dystinum á Rás2, sum hoyrist á 98,7 FM, 88,7 FM, og annars á midlar.fo.

 

Vøllurin er kritaður fyri Sigfríð og Víking. Teir eru fýra stig aftanfyri B36, og hava spælt ein dyst fleiri, og sambært Sigfríði er FM-stríðið farið, um ikki Víkingur vinnur oddadystin á B36 í dag.

 

Tí blæsir venjarin til álops í dag, og Víkingarnir verða grammir í nærdystinum, og fara eftir hvørjum bólti, tí bara sigurin kann brúkast.