Víkingur hevur longt um sáttmálan við Filip Djordjevic, soleiðis at framrættaði serbiski leikarin verður verandi í felagnum fram til og við kappingarárið 2017. Hesum váttar Filip sjálvur fyri in.fo í kvøld.
21 ára gamli Filip Djordjevic kom til Víking úr KÍ á sumri 2012, og síðani tá er tað blivið til 117 dystir og 12 mál. Í ár hevur hann skotið tvey mál í 22 dystum í Effodeildini.