Víkingur kendi ikki sína vitjunartíð

Felagið í Eysturkommunu er tað fyrsta í ár at vinna stig frá meistarunum úr Klaksvík

Andreas Lava Olsen var støðug hóttan ímóti KÍ.

Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í dýrdarveeðrinum í Sarpugerði, og máltalvan vísir framvegis 0-0. Harvið er KÍ framvegis ósigrað, og harvið er Víkingur fyrsta liðið av øllum, sum hevur megnað at vinna úrtøku ímóti meistaraliðnum úr Klaksvík.

 

-Vit hava stóra virðing fyri Víkingi. Teirra lið er gott, og teir hava av álvara megnað at seta eitt gott lið saman og menna tað við lokalum spælarum, og í dag góvu teir okkum dygga mótstøðu. Og vit eru nøgdir at fara til hús aftur við einum stigi, sigur KÍ miðvallarin Jóannes Bjartalíð, og hann leggur aftrar:

 

-Hetta var ikki best spældi fótbóltsdysturin higartil í ár. Veðrið er gott, tað eru nógvir áskoðarar, og spenningurin varð varðveittur til síðsta bríksl, so her fingu vit okkum rættiliga royndar.

 

Tað kendist sum um, at tað meiri var KÍ, ið hevði vunnið eitt stig, og at tað var Víkingur, sum hevði tapt tvey stig.

 

Andreas Lava Olsen arbeiddi sera nógv í álopinum hjá heimaliðnum, og hann hevði góðan møguleika at skora tvey mál. Í fyrra førinum var tað, tá ið Heini Vatnsdal var áhalsin, tá ið Jákup B. Andreasen, ið ikki var heilt so eyðsýndur, sum hann plagar at vera, legði bóltin aftur til miðverjan. Andreas Lava Olsen streyk avstað við bóltinum og sendi hann framvið KÍ málverjanum og akkurát skeivu megin samankomingina.

 

Hetta var í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki var Lavamaðurin leysur mitt fyri og varð taklaður akkurát, tá ið hann royndi seg við skoti. Uppspælinum stóð væl upplagdi Géza Dávid Turi einsamallur fyri, tá ið hann eftir at hava vunnið bóltin av klaksvíkingum streyk avstað og akkurát í røttu løtuni spældi Lavamannin leysan.

 

-KÍ eigur eitt gott lið, og tað er torført ikki at vera nøgdur, tá ið vit nú hava vunnið stig frá teimum. Men í dag høvdu vit møguleikar at skjóta mál og vinna, og tá ið vit ikki megna tað, so verður tað torført at fáa oddaliðið aftur. Hósdagin fara vit at spæla ímóti AB, og vit vita, at tað verður neyðugt at vinna fulla úrtøku bæði tá og í øllum hinum dystunum, um vit skulu hava nakran møguleika. Í fjør taptu vit allar dystirnar ímóti KÍ. Nú hava vit tapt 1-0 og spælt 0-0, so tað gongur rætta vegin, sigur Atli Gregersen liðformaður hjá Víkingi.

 

 

 

Víkingur – KÍ 0-0 (0-0)

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Mads Bo Mikkelsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, René S. Joensen

 

Andreas Lava Olsen var støðug hóttan ímóti KÍ.