Lutakast til 1. umfar í Champions League hevur verið í dag, har Víkingur skal møta HJK Helsinki úr Finnlandi. UEFA hevur í ár broytt leistin soleiðis, at taparin av 1. umfari í Champions League sleppur við í Europa League.
Les eisini: Víkingur til Finnlands
Endar Víkingur við at tapa samanlagt í fyrsta umfari fyri HJK Helsinki, so skulu teir luttaka í 2. umfari ípartinum av Europa League, sum verður rópur “meistara-vegurin”.
Her hevur eisini verið lutakast og Víkingur skal møta taparanum av uppgerðini millum Torpedo Kutaisi úr Georgia og Sheriff úr Moldova. Hetta er lutfalsliga torført lutakast fyri Víking, tí liðið bleiv ikki styrkismett til lutakastið.
Orsøkin er, at UEFA hevur valt at hava lutakastið áðrenn umførini eru spæld. Tí verður liðið styrkismett eftir tí liðnum, sum hevur sterkast styrkismeting av teimum báðum, sum møtast. Tað vil siga, at Víkingur fær styrkismetingina hjá HJK Helsinki, men venjarin hjá Víkingi er ikki heilt nøgdur við tað.
-Tað er eitt sindur óheppið, at vit aftaná fleiri góð ár í Evropa, nú skulu revsast, tí UEFA vil gera lutakastið so skjótt sum gjørligt. Vinna allir favorittar, so høvdu vit blivið strykismettir og fingið eitt møguligt betri lutakast, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Hann leggur tó dent á, at hetta verður ikki hugsað so nógv um nú, tí Víkingur hevur ein kjans at vinna á HJK Helsinki. Vinnur Víkingur á HJK Helsinki, skal liðið spæla móti BATE Borisov úr Hvítarusslandi.
Champions League lutakastið 1. umfar:
Vinnarin av undanumfarinum - Malmö
HJK Helsinki - Víkingur
Ludogorets Razgrad - Crusaders
Cork City - Legia Warszawa
Valur Reykjavík – Rosenborg
Champions League 2. umfar:
(Um Víkingur kemur víðari)
BATE Borisov (Hvítarussland) – Víkingur
Europa League lutakastið – meistaravegurin:
(Um Víkingur tapur fyri HJK Helsinki)
Torpedo Kutaisi (Georgia) / Sheriff (Moldova) - HJK Helsinki/Víkingur