Klokkan 18 í kvøld skal Víkingur enn eina ferð royna seg í stórari europeiskari avbjóðing. Fyri viku síðani vakti tað ans, tá ið tað eydnaðist Víkingi at vinna 1-0 í Turku og Finlandi og harvið at vinna samantalt 2-1 ímóti Inter Turku. Hesi úrslitini bóru við sær, at Víkingur í kvøld skal spæla í Ploiesti í Rumenia, og tað er vorðið sum mótstøðulið í øllum hitanum:
-Um vit siga, at føroyskur fótbóltur er í europeisku 5. deild, og finskur fótbóltur er í 4. deild, so eru bestu rumensku liðini í 1. deild, og tað talar fyri seg sjálvt, staðfestir Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen, sum hevur nógvar europeiskar royndir og fyri viku síðani fyri triðju ferð hevði ábyrgdina, tá ið føroyskt lið megnaði at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum í europeiskari kapping.
Og Víkinga venjarin heldur fram:
-Týskvøldið sóu vit, at EB/Streymur í meiri enn 70 minuttir megnaði at halda tørn, men so skrædnaði í hitanum í Tbilsi. Tað er møguleiki fyri tí sama í kvøld, og tað er tað altíð, tá ið føroysk lið spæla ímóti eystureuropeiskum liðum. Men vit fara at gera okkara ítarsta fyri at megna úrslit, sum ber spenning við sær, tá ið vit um eina viku eiga heimavøll. Vit trúgva upp á tað, og nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður.
Liðformaðurin og álitið í miðverjuni, Atli Gregersen, er leikbannaður. Nýggjur liðformaður er Erling Jacobsen, sum rumenska pressan hevur fregnast hjá upp undir dystin.
Í gjárkvøldið vandi Víkingur á vøllinum, har dysturin verður í kvøld. Víkingarnir halda, at tað kennist á heimafólkinum, at talan er um lætta uppgávu, og tað halda teir í Víkingi ikki vera verri útgangsstøðu.
Síðani fína avrikið í Finlandi fyri viku síðani, hevur Víkinga liðið verið uttanlands. Teir fyrireikaðu seg í Vildbjerg í Jyllandi inntil týsdagin, tá ið teir fóru við lítlum leiguflogfari niður til Rumenia.
Umstøðurnar á stadion í Ploiesti eru stórslignar. Tað sást eitt nú á hesi myndini, sum vísir B36 liðið í umklæðingarrúminum, har teir um nakrar tímar fara at fyrireika seg til avbjóðingina í kvøld.