Víkingur hvílir ikki fyrrenn FM er vunnið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Ólavur Thomsen fegnast um steypið, men nú skal FM-heitið heim komandi ár

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Rás2 gjørdi við Ólav Thomsen, sum hevur verið samskipari og nevndarlimur í Víkingi seinnu árini.

 

Ólavur varð millum tey, sum Rás2 ringdi til leygarkvøldið, og givið er, at hann stórfegnast um fjórða steypasigurin á rað. Men Ólavur staðfestir, at hóast ein skal fegnast um tað góða, sum Víkinga-fólk uppliva í hesum døgum, so skal ikki helmast í fyrrenn FM-heitið er komið í hús. Og tað er púra greitt, at tað verður málið hjá Víkingi til komandi kappingarár.