Í seinnapartssendingini prátaði Rás2 við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Eyðun Klakstein, umframt at prátað var við verjuskansan hjá Víkingi, Atla Gregersen í samband við, at Rás2 sigur frá fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og KÍ, sunnudagin klokkan 16.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein ásannar, at tað er eitt svangt heimalið, sum tekur ímóti teimum í Sarpugerði í Norðragøtu, men hann heldur avgjørt, at hansara menn standa við einum góðum møguleika at koppa Víkingi.
Atli Gregersen dylur ikki, at nú má satsast stórt uppá steypakappingina, tá tað hevur gingið minni væl í landskappingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr tað, sum Eyðun Klakstein og Atli Gregersen søgdu í seinnapartssendingini hjá Rás2.