Víkingur fór av Svangaskarði við øllum

1. DEILD: Víkingur vann í dag fjórða sigurin á rað, og B68 legði rygg til fimta tapið á rað

B68, sum er undir niðurflytingarstrikuni, hevði í dag vitjan av Víkingi, sum er á heiðursmerkjaplássi.

 

Úrslitið var, at Víkingur vann 2-1. Víkingur hevur nú 18 stig, og B68 hevur 7 stig, nú kappingin er ein triðing gomul.

 

Tað var málleyst, inntil ein stórur hálvur tími var farin. Tá legði Fannhard Skoradal gestirnar á odda. Uppleggið átti Runar Skylv Stølen, 19 ára gamli danski spælarin sum hevur verið í Sarpugerði síðani seint síðsta summar. Hetta var triðja málið hjá Fannhardi í 1. deild í ár.

 

Tølini siga, at gestirnir vóru omaná. Víkingur vann 8 hornaspørk, og heimaliðið vann eitt hornaspark.

 

Men munurin var bara eitt mál mest sum alla tíðina. 10 minuttir undan leikloki økti Jónatan Lervig um munin til 2-0 eftir sending frá Óla Kristian Skála Jacobsen. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 19 ára gamli verjuspælarin Jónatan Lervig var málskjútti á næstbesta liðnum hjá Víkingi.

 

Minuttin eftir svaraði B68 aftur, tá ið Hilmar á Regni Højgaard skoraði eftir upplegg frá Eli Hansen. Hetta var annað málið hjá Hilmari í ár. Hann var skiftur inn nakrar minuttir frammanundan, at hann skoraði.

 

Fríggjakvøldið um eina viku fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og tá fer B68 at spæla á útivølli ímóti HB.