Tað hevur gingið illa, at fáa menn at vant fótbólt í nógva kavanum í Sarpugerði. Víkingarnir eru, eins og B36, nakað skerdir til stórsteypadystin, men tað merkir ikki, at Víkingur ikki fer á vøllin fyri at vinna dystin.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
- Tað er altíð stuttligt at spæla um eitt steyp. Vit fara so ikki á vøllin bara fyri at ganga, men fyri at vinna dystin. Tá tað er sagt, so er tað týdningarmesta at fáa spælistílin at rigga. At vit gera tað rætta. Tapa vit so dystin, so verður tað bara harvið, sigur Sorin Anghel, hjálparvenjari hjá Víkingi.
Fleiri spælarar hjá Víkingi eru ivasamir til dystin. Hans Pauli Samuelsen, Andreas Lava Olsen og Hans Jørgen Djurhuus eru ivasamir, meðan Bárður J. Hansen og Jón Krosslá Poulsen eru skaddir.