Víkingur fer ikki til Havnar í morgin

Báðar hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið eru útsettar

Fyrr í dag var greitt, at hálvfinalan millum NSÍ og HB, sum fyrst var útsett frá í dag og til í morgin, nú er útsett til mánakvøldið klokkan 18.

 

Og nú er tað greitt, at tað heldur ikki verður steypafótbóltur á Tórsvølli í morgin. B36 og Víkingur skuldu spæla klokkan 15 í morgin. Nú er greitt, at eisini tann dysturin er útsettur til mánakvøldið klokkan 18.

 

Víkingur er frá fyrsta bríksli omaná, tí Víkingur vann síðsta sunnudag 1-0 á heimavølli.

 

NSÍ er frá fyrsta bríksli omaná, tí tað endaði 2-2 á Tórsvølli, og tá ið tað stendur á jøvnum eru mál skorað á útivølli avgerandi.

 

 

 

NSÍ – HB: Petur Reinert mánakvøldið kl. 18.00

 

B36 – Víkingur: Alex Troleis mánakvøldið kl. 18.00