Seinnapartin fáa ÍF og Jógvan Martin Olsen vitjan av grannunum. ÍF venjarin var 2009-2013 venjari í Sarpugerði. Nógvir teirra, sum framvegis manna Víkinga liðið, vóru eisini á liðnum, tá ið Jógvan Martin helt um stýrisvølin. Nú eru teir í besta fótbóltsaldri, og tað verður roknað nógv við Víkingi:
-Verjan hjá teimum eigur nógvar royndir, og í framrættaða partinum er Philip Djordjevic flúgvandi. Teir hava fingið Hans Paula Samuelsen aftrat, og í hinum borðinum er Andreas Lava Olsen ógvuliga væl fyri. Á sentrala miðvøllinum eru Gert Hansen, Heðin Hansen og ikki minst Sølvi Vatnhamar, so talan er um framúr samansett lið, staðfestir fyrrverandi Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen.
So tað verður torført hjá tykkum?
-Víkingur er favorittur, men tað verður ikki uttan svørðsslag, at teir vinna stig frá okkum. Hetta er gott høvi at vísa, at tað er nakað í tí, tá vit siga, at vit ætla okkum at kappast um europeisku plássini. Mótstøðan verður av sama slag, sum hon var í fyrsta umfari, tá ið vit spældu í Gundadali ímóti B36. Tá taptu vit 4-1, hóast vit vístu góðan hugburð og ikki vóru nakað aftanfyri í spælinum. Trupulleikin var, at vit ikki vóru nóg savnaðir og tilvitaðir um avrádda setningin. Tað skulu vit vera ímóti Víkingi. Um tað eydnast, so hava vit møguleika at vinna, sigur Jógvan Martin Olsen.
Poul Nolsøe Mikkelsen og Dánial Pauli Højgaard hjá ÍF eru framvegis skaddir. Tað er ivasamt, um málverjin Oliver Korch verður førur fyri at spæla ídag.
Væl upplagdi álopsspælarin hjá Víkingi Andreas Lava Olsen er ikki nøgdur við javnleik á útivølli:
-Bæði ímóti Skála og HB komu vit ikki fyri okkum fyrrenn í seinna hálvleiki. Tað mugu vit vera betri til. At vit hava vunnið fýra stig burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum er betri, enn tað hevur verið undanfarnu árini, og vit ætla okkum trý stig í Fuglafirði, sigur Andreas Lava Olsen.
Jón Krosslá Poulsen og Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi eru langtíðarskaddir.
Síðani Víkingur sá dagsins ljós í 2008 hav fuglfirðingar ofta staðið seg væl í Sarpugerði, meðan tað bara einaferð er eydnast ÍF at vinna á heimavølli ímóti grannunum. Tað var í 2013 (2-1). Í 2014 var úrslitið 2-2. Hinar seks ferðirnar eru víkingarnir farnir úr Fuglafirði við øllum – eisini í fjør tá ið Víkingur vann 3-1.