Hóast TB hevur staðið seg væl, serliga á heimavølli við Stórá í Trongisvági, so er Víkingur risastórur favorittur at vinna á TB við Stórá í Trongisvági í morgin.
Dysturin millum TB og Víking byrjar klokkan 15.
10 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tær hava allar Víking sum risastóran favoritt.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 1,14 og 1,19, ið er óvæntað lágt.
Oddsini upp á heimasigur til TB liggja millum 8,75 og 15,00.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,00 og 7,80.
HER eru oddsini:
##med2##