Klokkan 18 fríggjakvøldið spæla Víkingur og AB dyst í betrideildini hjá monnum í Sarpugerði í Norðragøtu.
Víkingur hevur vunnið seks dystir á rað í Betrideildini, meðan AB hevur tapt fýra dystir á rað.
Hetta sæst eisini aftur á oddsunum hjá 12 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Víkingur er risastórur favorittur til at vinna dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,04 og 1,10.
Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum 13,00 og 24,75.
HER eru oddsini:
##med2##












