Fýra av teimum fimm dystunum í 9. umfari eru av. Fyrsta bríkslið í fimtu uppgerðini verður klokkan 17.15. Tá fer B36 við Løkin í Runavík at arbeiða fyri at endurvinna toppsessin, sum HB vann sær fríggjadagin við 2-0 heimasigri á Skála.
Víkingur vann í dag 3-2 á útivølli í sera intensum og undirhaldandi uppgerð ímóti EB/Streymi, sum síðstu løtuna stríddist fyri at vinna eitt stig. Serliga í 1. hálvleiki spældi Víkingur seg til góðar málmøguleikar, men marginalirnir vóru ikki við.
Sigurin ber við sær, at Víkingur lyftir seg av sjeynda og fram á triðja plássið.
Undan hesum umfarinum var KÍ á bronsuplássinum. Á útivølli ímóti B68, sum higartil hevur verið í botninum, megnaðu klaksvíkingar einki. Eftir fimm minuttir í 1. hálvleiki var 2-0, og eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki var 4-0! Tað endaði 5-3, og harvið er B68 á áttanda plássi trý stig aftanfyri ÍF, sum er á sjeynda plássi.
Hjá ÍF var hetta umfarið stórt vónbrot. AB er á veg úr Fuglafirði við 4-1 sigri. Hetta er fyrsti AB sigurin, síðani tað í fyrsta umfari eydnaðist at vinna í Gøtu.
Stóri AB spælarin var Sorin Anghel, sum skoraði trý tey fyrstu AB málini. Argjamenn eru framvegis á niðurflytingarplássi, men nú eru teir frammanfyri Skála.
ÍF-AB 1-4
B68-KÍ 5-3
EB/Streymur-Víkingur 2-3
HB-Skála 2-0
HB 21
B36 20
Víkingur 13
KÍ 13
EB/Streymur 12
NSÍ 11
ÍF 11
B68 8
AB 7
Skála 4
B36 og NSÍ hava spælt 8 dystir, og hini liðini hava spælt 8 dystir.
10. umfar
25. mai
AB-NSÍ
Víkingur-B36
Skála-EB/Streymur
KÍ-HB
26. mai
B68-ÍF
----
LIÐUGT
2-3
90) 2-3
3 minuttir lagdir aftrat!
88) 2-3
Heimaliðið pressar. Nú var Arnbjørn Hansen tætt við, men Geza Turi bjargaði sera væl til horna.
Pól Jóhannus Justinussen hevur roynt seg við stútara, eftir at Hans Pauli Samuelsen legði innfyri, men bólturin fór við síðuna av.
85) 2-3
Tað sær ikki út til, at EBStreymur megnar at koma aftur í aftur. Nú er Høgni Madsen komin á vøllin í staðin fyri Rógva Egilstoft Nielsen.
Gert Hansen og Egil á Bø eru fluttir fram í EB/Streyma álopið.
80) 2-3
Gunnar Vatnhamar er komin inn í staðin fyri Philip Djordjevic hjá Víkingi.
72) 2-3: Hans Jørgen Djurhuus 71.
So er Víkingur aftur á odda. Hesa ferð var tað verjukendi miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus, sum heilfluktaði bóltin upp í málhornið!
70) 2-2
Tað er dramatikkur við Margáir. Næst við at skora hesa síðstu løtuna var Víkingur, tá ið heilfluktari frá Halli Hansson brast í tvørtræið.
Hallur Hansson hevur sæð gult fyri at taka beinini undan Arnbirni Hansen, uttan at bólturin var í nánd!
65) 2-2: Arnbjørn Hansen
Eftir innlegg frá Niels Paula Danielsen hevur Arnbjørn Hansen mest sum burturúr ongum skorað, og harvið er 2-2. Lítla løtu frammanundan var Arnbjørn uttanfyri vøllin, og tá hann kom aftur á vøllin, tóktist hann vera skaðadarvaður.
Nú er tað EB/Streymur, sum er omaná!
60) 1-2
EB/Streymur hevur fleiri ferðir verið nærgangandi, eitt nú í sambandi við hornaspørk.
57) 1-2
Gunnar Zachariasen er komin inn í EB/Streyma álopið í staðin fyri Leif Niclasen.
53) 1-2
Kanska er EB/Streymur meiri ágangandi nú, enn heimaliðið var nógv tann størsta partin av 1. hálvleiki.
47) 1-2
Ongar skiftingar eru gjørdar, nú teir eru farnir undir 2. hálvleik.
Víkingur hevur longu verið tætt við, men Heðin Hansen legði úr vinstru og við høgra beini bóltin upp um málið aftanfyri Jákup Andrias Hansen.
HÁLVLEIKUR
1-2
45) 1-2: Pól Jóhannus Justinussen 44.
So hevur EB/Streymur minkað um munin. Vongverjin í vinstru, Rógvi Egilstoft Nielsen, legði væl innfyri, og miðvallarin Pól Jóhannus Justinussen snittaði við høvdinum bóltin í handara síðunetið.
Harvið er lív komið í aftur við Margáir, har dómarin hevur lagt ein minutt aftrat fyrra hálvleiki.
40) 0-2
Víkingur er greitt omaná. Tað er lítið hugflog í spælinum hjá EB/Streymi, og tað er lítil broddur í álopspartinum.
35) 0-2: Finnur Justinussen 35.
So hevur Víkingur økt um leiðsluna. Súni Olsen legði fríspark dygst inn undir málið, og har setti Finnur Justinussen bóltin í málið.
33) 0-1
Tað tykist bara vera spurningur um tíð, nær gestirnir við Margáir fara at økja um leiðsluna. Nú hevur Philip Djordjevic havt risa møguleika. Hann lyfti bóltin upp um málverjan, men bólturin fór eisini upp um málið.
30) 0-1
Víkingur hevur aftur havt risa møguleika at økja um leiðsluna. Eftir langt innkast datt bólturin fyri føturnar á Súna Olsen, sum tað akkurát ikki eydnaðist hjá at seta bóltin í málið.
26) 0-1
Gert Hansen hjá EB/Streymi hevur sæð gula kortið.
Atli Gregersen hevur gjørt trý fríspørk ímóti væl upplagda Arnbjørn Hansen.
Víkingur hevur betri tak á spælinum.
23) 0-1: Heðin Hansen 20.
So hevur Víkingur lagt seg framum. Talan var um framúr væl spælt álop. Súni Olsen átti næstsíðsta fótin á. Hann sendi eitt sindur í vinstru til Heðin Hansen, sum úr spískum og umvegis tvørtræið sendi bóltin í málið.
EB/Streymur roynir beinanvegin at svara aftur, og Geza Turi hevur havt góða bjarging. Eitt nú við langskoti hjá Gert Hansen, sum í dag er á miðvøllinum.
15) 0-0
Tað gongur framvegis javnt á við Margáir, har Arnbjørn Hansen hevur havt eina roynd, men bólturin fór við síðuna av.
10) 0-0
Bólturin hevur verið í heimamálinum. Dómarin kolldømdi, tí talan var um óbeinleiðis fríspark, sum Súni Olsen sendi í málið.
5) 0-0
Higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Hans Jørgen Djurhuus er farin skaddur av vøllinum.
1) 0-0
Líkindini at spæla fótbólt eru avbera góð!
Teir rigga til við Margáir, har fyrsta bríksl millum EB/Streym og Víking er klokkan 15. Merkisvert er tað, at René Tórgarð, sum nógvu tey seinnu árini hevur verið ein tann besti málverjin í Effo-deildini, ikki er millum stólparnar hjá EB/Streymi í dag. Har stendu Jákup Andrias Hansen.
EB/Streymur-Víkingur kl. 15.00
Dómari: Páll Augustinussen
EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen – Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Gert Hansen, Pól Jóhannus Justinussen, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus – Philip Djordjevic, Hallur Hansson, Heðin Hansen – Finnur Justinussen
---
LIÐUGT
5-3
5-3: Páll A. Klettskarð
Tórur Justesen hjá KÍ hevur sæð reytt, men kortini er tað KÍ, sum nú spælir seg til møguleikar.
85) 5-2: Rodrigo
KÍ hevur skift fólk. Veteranarnir Hjalgrím Elttør og Atli Danielsen eru farnir av vøllinum. Rodrigo er komin á vøllin, og hann hevur pyntað um fyri KÍ eftir horna.
75) 5-1: Óli H. Olsen 74.
So hevur B68 økt um leiðsluna. KÍ hevur verið nógv í álopi, men tað er heimaliðið, sum hevur skorað. Óli H. Olsen skoraði, eftir at innskifti Jonleif Højgaard hevði spælt hann leysan.
60) 4-1: Páll A. Klettskarð 58.
Eftir horna og út frá aftur legði umsetti Páll A. Klettskarð til mál, eftir at Heðin á Lakjuni legði innfyri. Tað luktar av fleiri málum á Svangaskarði!
4-0: Hákun Edmundsson 51.
Miðvallarin vann bóltin av KÍ, sum royndi at mynda spæl. Hákun sneiddi seg sjálvan leysan og setti bóltin í netið.
Klaksvíkingar eru eyðmýktir, og tað sæst als ikki, at B68 spælir fyri at sleppa undan niðurflyting!
3-0: Óli H. Olsen 48.
Hákun Edmundsson spældi Óla, sum sneiddi framvið mótstøðumonnum, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið.
HÁLVLEIKUR
2-0
45) 2-0
Teir eru farnir at hvíla seg á Svangaskarði. KÍ venjarin Eyðun Klakstein og hansara spælarar hava nógv at tosa um. Higartil hevur tað ikki eydnast klaksvíkingum at spæla seg ígjøgnum sera avgjørdu B68 verjuna. Higartil hevur tað bara verið í deyðbóltsstøðum, at KÍ hevur verið vandamikið.
B68 hevur betri tak á fótbóltsspælinum, enn í flestu førum fyrr í ár, og í onkrum føri hevur tað eydnast teimum reyðu at spæla seg til málmøguleikar.
35) 2-0
Tað er undirhaldandi á Svangaskarði, har KÍ fleiri ferðir hevur verið tætt við eftir hornaspark. B68 hevur eisini havt ein stóran møguleika at økja um leiðsluna.
20) 2-0
Klaksvíkingar eru fullkomuliga tiknir av bóli í góðveðrinum á Svangaskarði, har sera uppsettu heimamenninir beinanvegin løgdu seg framum.
Klaksvíkingar royna at leggja trýst á, men sera uppsettu B68 spælararnir eru torførir at fáa bilbukt við.
5) 2-0: Andrias á Líknagøtu
Uppskriftin var tann sama sum í fyrra førinum, men hesa ferð sneiddi Andrias seg framvið Meinhardti Joensen, áðrenn hann setti bóltin í málið.
3) 1-0: Andrias á Líknagøtu
B68 hevur lagt øgiliga bragdliga fyri. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg smekkaði Andrias á Líknagøtu bóltin í málið.
B68-KÍ kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
B68: Kristian Joensen – Kristian Anton Andreasen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen – Hákun Edmundsson, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen, Mads Rosenberg – Andrias á Líknagøtu, Óli H. Olsen
KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Ndende Adama Guéye, Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Heðin á Lakjuni
----
LIÐUGT
1-4
1-4: Jóan Símun Edmundsson
Innskifti Jóan Símun hevur staðfest rimmar AB sigurin.
90) 1-3
80) 1-3: Sorin Anghel
Dagsins maður í Fuglafirði er Sorin Anghel. Nú hevur hann skorað fyri triðju ferð í dag. Hesa ferð var tað vongverjin í høgru, Martin Midjord, sum legði innfyri. Sorin Anghel stýrdi við høvdinum bóltin ímóti málinum. Jákup Mikkelsen hálvbjargaði, og í aðru atløgu skoraði Sorin Anghel fyri triðju ferð í dag. AB er á sigurskós!
75) 1-2: Sorin Anghel 74.
Jónas Stenberg legði innfyri úr høgru, og Sorin Anghel stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
AB vísir sera góðan hugburð, meðan tað ofta er torført hjá ÍF at samanspæla seg til málmøguleikar.
60) 1-1
AB hevur sett Jóan Símun Edmundsson inn í álopið í staðin fyri Leivur Holm Joensen. Jóan Símun hevur verið skaddur í fleiri mánaðir.
HÁLVLEIKUR
1-1
Tað hevur gingið javnt fyri seg í Fuglafirði, har fótbóltsspælið síðsta løtuna av 1. hálvleiki ikki hevur verið so sannførandi. Heldur hava liðini sparkað meiri, enn tey hava spælt fótbólt.
35) 1-1
Støðan er tann sama í góðveðrinum í Fuglafirði. AB liðið arbeiðir nógv og argjamenn eru kanska grammari á bóltinum, men fuglfirðingar hava verið tætt við eftir skjótt álop.
10) 1-1: Sorin Anghel
So er javnt í góðveðrinum í Fuglafirði. Sorin Anghel, sum í dag er ytstur á miðvøllinum í vinstru, royndi seg við stútara, sum Jákup Mikkelsen hálvbjargaði. Men Sorin var fyrstur á returbóltinum, sum hann taklaði inn um ÍF málverjan, ið fekk ein snudd, men hevur reist seg aftur.
5) 1-0: sjálvmál
Tað stendur illa til hjá AB, og tí hava argjamenn fingið stuðul frá Dimitrije Jankovic í miðverjuni. Hann var óheppin at gera sjálvmál, eftir at Bogi R. Petersen legði innfyri úr høgru hjá ÍF.
ÍF-AB kl. 15.00
Dómari: Rói Jacobsen
ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliassen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum – Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen – Ari Ó. Ellingsgaard, Bogi R. Petersen, Dánjal á Lakjuni – Cleyton Soares
AB: Heðin Stenberg – Martin Midjord, Jógvan Isaksen, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Bárður Olsen, Kári Nielsen – Hørður M. Mohr, Jónas Stenberg, Sorin Anghel – Leivur Holm Joensen