Víkingur brynjar seg til framtíðina

Í kvøld hevur felagið skrivað undir nýggjar sáttmálar við fýra lyklaspælarar

Í annaðkvøld fer Víkingur á heimavølli at stríðast fyri at flyta seg nærri silvurplássinum. Víkingur er á triðja plássi, og fríggjakvøldið verður HB, sum er næstfremst, gestur í Sarpugerði.

Í kvøld hevur Víkingur tikið týdningarmikið stig til at skapa fyritreytir fyri eisini í framtíðini at vera partur av føroyska fótbóltstoppinum.

 

Felagið hevur í kvøld skrivað undir nýggjar sáttmálar, sum bera við sær, at lyklaspælararnir Finnur Justinussen, Erling Jacobsen og Hanus Jacobsen halda fram sum Víkingaspælarar í hvussu so er fram til og við 2016. Felagið hevur haraftrat tryggjað sær, at miðvallarveteranurin Hans Jørgen Djurhuus eisini fer at spæla við Víkingi í 2015.

-Vit hava sett okkum sum mál at vera partur av fótbóltstindinum heima á landi. Um hetta skal eydnast, so er tað neyðugt, at tað valda støðug viðurskifti hvat spælarum viðvíkur. At tað hevur eydnast at tryggja framhaldandi samstarv við hesar fýra spælararnar, síggja vit sum týdningarmikið átak í strembanini at røkka málinum. Hesir hava allir nógvu tey seinastu árini verið millum teir bestu spælararnar í Føroyum, og vit í Víkingi eru sera fegin um, at samstarvið millum teir og okkum fer at halda fram næstu árini, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi í kvøld.   

 

mynd: vikingur.fo