Vìkingur bar við land og mátti fáa hjálp

Botnurin var illa buglaður og hann hevði fingið fleiri smærri hol

Um náttúrðatíð í gjár fekk Brimil boð um, at brunnbáturin, Víkingur, hevði borið við land á Lisshøvda.

 

Hann var fulllastaður við smolti í skuldi til Gulan, í Havn. Víkingur hevði sjálvur siglt inn á Borðoyavík, man hann hann hevði mist maskinorkuna tí sjógvur var komin í oljuna.

 

Fiskiveiðieftirlitið sigur, at bjargingarbáturin, Ziska, var á staðnum skjótt eftir hendingina, og fekk pumpur umborð. Síðani fóru kavarar frá alibrúkinum á Borðoyavík fóru niður at kannað skaðan og tetta.

 

Fiskiveiðieftirlitið sigur, at botnurin vísti seg at verða illa buglaður og fleiri smærri hol vóru á. Tá ið Brimil kom fram, fekk Víkingur streym og olju frá Brimli, so pumpunar í lastatangunum fingust í gongd aftur.

 

- Víkingur varð síðani sleipaður til ein aliring á Borðoyavík, og smoltini blivu pumpað í ringin. Nakað av smoltinum var deytt, tí tey høvdu einki súrevni havt so leingi.

 

Tá tað var gjørt, bleiv Víkingur sleipaður á Klaksvík, har skipið skal takast upp á beding, sigur Fiskiveiðieftirlitið.