Víkingaskipið í Hovi á Hópfígging

Tað gongur støðugt framá við ætlanum um at byggja víkingaskip í Hovi, og at gera Hovsbygd til víkingahøvuðsborg í Føroyum.

 

Nú er víkingaskipið farið á hópfígging.

 

Har verður nágreiniliga greitt frá upprunaliga hugskotinum og søguligu gongdini.

 

M.a. verður sagt:

 

Skipið verður bygt í Hovi. Hov var heimstaður høvdingan Havgrím, har hann stýrdi helmingini av Føroya landi. Hov er ein hin ríkasta staður í Føroyum við fornminnum úr víkingatíð og eisini fornminnum frá keltum.

 

Seglið


Seglini verða spunnin úr gráari føroyskari ull, ið verður mett sum sterkasta ullin. Seyma í rútum, so møguligt verður at fáa Seglið seyma um alt landi.


Støddir


Skipið verður 23,8 metrar í longd og 5,1 metrar í breidd. Har verða 32 árar, har tveir mans eru fyri hvørja ár. 64 rógvarar tilsamans. Harvið er eisini pláss til 40-100 stríðsmenn.


Bygging


Skipið verður høgt út við øks og smíðað á staðnum. Smiðjan verur bygd við síðurnar av, har naglarnir verða gjørdir til skipið á staðnum, á gamlan hátt.


Skipið verður bygd av føroyingum, í Føroyum, til føroyingar, á sama hátt sum fyri 1000 árum síðani. Neystið verður bygt sum eitt víkingalanghús.


Langhúsið verður brúkt sum neyst, sum savn, mentanarhús og til tiltøk sum konsertir, borðhald og veitslur. Alt kemur at líkjast so nógv sum til ber teimum gomlu víkingahúsunum, men eisini við nútímans tøkni.


Allar tekningarnar eru klárar. Keyptar eru fýra neystagrundir í Hovi. Arbeitt verðurí løtuni við at fáa tveir stórar viðarbular heim, og síðani verður rættuliga farið í gongd.

 

-

 

Víkingaskipið hevur fingið 300.000 krónur frá Betri stuðulsgrunninum, og nú er ætlanin við hópfígging í gongd. Í løtuni er hópfíggingin í gongd og komið er uppá 33% av teimum 100.000 krónunum, ið miðað verður eftir.

 

Til ber at stuðla við ymsum upphæddum.

 

Nærri sæst her:

 

Víkingaskipið - Hópfígging (hopfigging.fo)

 

##med2##

 

##med3##