Víkingarnir vinna á kavanum

Um tað skal eydnast at vinna FM skulu trý stig á kontuna, tá ið uppflytararnir av Skála vitja í Sarpugerði

Klokkan 15 fer Eiler Rasmussen at bríksla fyri fyrstu ferð í Gøtu, har Víkingur fær vitjan av Skála.

 

Nógvur kavi hevur í vikuni ligið á vøllinum í Sarpugerði. Seinnapartin í gjár var maskinan hjá Klaksvíkar kommunu, sum verður brúkt at rudda vøllin í Klaksvík, í Sarpugerði og ruddaði kavan burtur. Teir vóru ikki meiri enn farnir úr Gøtu og norður aftur, so var vøllurin hvítur aftur.

 

Í morgun er maskinan hjá klaksvíkingum aftur í Sarpugerði. Kanska hevði sólin sjálv syrgt fyri at fingið kavan burtur, men nú hjálpir maskinan til. Úr Gøtu verður sagt, at sólin skínur oman og niðan, og at tað heilt víst verður fótbóltur í Sarpugerði í dag.

 

Víkingur hevur í fleiri ár verið roknað at vera favorittur at vinna FM, uttan at tað er eydnast. Orsøkin hevur fyrst og fremst verið, at úrtøkan hevur verið so soltin í fyrstu umførunum.

 

Sámal Erik Hentze er nýggjur venjari hjá Víkingi. Hjá venjaranum og spælarunum var tað hugaligt, at tað fyri viku síðani eydnaðist tað at vinna stórsteypadystin ímóti B36.

 

– Málið er at vera við í kappingini um FM fram til síðsta umfar. Um tað eydnast, so verða tað marginalirnir, ið fara at gera av, um FM heitið endar hjá okkum ella hinum avbjóðarunum. Longsulin í Víkingi hevur í fleiri ár verið at vinna meistaraheitið. Tað er endað við bronsukrónum, og eg haldi ikki, at liðið hevur verið í nánd av at vinna FM, sigur Sámal Erik Hentze.

 

Á skaðalistanum hjá Víkingi eru Hans Jørgen Djurhuus, JónKrosslá Poulsen og Dánjal Pauli Lervig. Tað er ivasamt, um Bárður J. Hansen og Hans Pauli Samuelsen, sum er nýggjur í felagnum, og sum tað verður roknað nógv við, vera førir fyri at spæla ídag.

 

Dreymurin á Skála er at varðveita plássið í bestu deildini. Ofta hevur tað víst seg, at grannauppgerðirnar hava verið væl tættari, enn tað annars hevur verið roknað við. Í 2014 megnaði Skála tvær ferðir javnleik ímóti Víkingi:

 

– Málið er at vinna í hvussu so er áttanda plássið og vónandi eitt sindur meiri enn tað. Vit ætla okkum eisini at spæla góðan fótbólt, og dreymurin er, at tað fer at eydnast at fáa liðið at hanga saman sum ein eind, sigur Pauli G. Hansen, sum eftir fráveru úr bestu deildini í nøkur ár nú tekur eitt tørn aftrat.

 

Pætur Johansen er skaddur, og tað er ivasamt, um Jákup Johansen og Pauli G. Hansen vera førir fyri at spæla ídag.