Víkingarnir veðurfastir í Tromsø

Vánalig floglíkindi eru orsøk til, at Víkinga ferðalagið ikki kemur til Føroya í nátt, men seinnapartin í morgin

Tað verður ikki tíðliga fríggjamorgunin, sum tað var ætlað, at Víkinga ferðalagið lendir aftur í Vágum eftir væl eydnaða túrin í Tromsø.

Víkingur leigaði flogfar hjá Atlantsflog, og flogfarið var mest sum fullsett – umleið hundrað fólk - tá ið tað fór úr Vágum týskvøldið. Ætlanin var, at Atlantsflog skuldi flúgva ferðalagið heim aftur klokkan 3 í nátt, men soleiðis verður tað ikki.

Flogfarið skuldi sambært ferðaætlanini fara úr Vágum hóskvøldið klokkan 22.45. Ólag í flúgvingini er orsøk til at fráferðin er útsett. Ferðalagið heldur til á gistingarhúsinum, har tey hava verið síðani seint týskvøldið.

Nú verður vónað, at flogfarið úr Tromsø lendir fríggjadagin klokkan 16,35, og t Víkingaferðalagið harvið verður við hús aftur í Leirvík og Gøtu um seks tíðina eftir størsta liðavrikið, sum nakað føroyskt felag nakrantíð hevur megnað.