Víkingarnir sóu reytt og vunnu

1. deild: Í dag endaði tað við heimasigri ímóti FC Suðuroy, sum spældi seg til nógvar málmøguleikar

Í dag hittust teir næstbestu hjá Víkingi og FC Suðuroy uppi á Brekku í Leirvík. Hetta var í 10. umfari. Í fyrsta triðinginum av kappingini lá tað ikki so væl fyri hjá Víkingi, sum tað oftast hevur gjørt, tá ið liðið hevur verið millum tey ovastu í deildini.

 

Hjá FC Suðuroy, sum er uppflytari, hevur tað higartil í ár gingið heilt væl.

 

Men í dag vendi tað øðrvísi. Tá ið FC Suðuroy 30. mars og í triðja umfari var í Sarpugerði, fóru gestirnir til hús við 1-0 sigri. Í dag vann Víkingur 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Hagtølini siga, at FC Suðuroy hevði væl fleiri royndir ímóti málinum, enn heimaliðið hevði, men tað gekk illa at fáa bóltin framvið Hans Jákupi Arngrímsson, sum var sera stinnur millum stólparnar.

 

Jákup Martin Jarnskor skoraði einasta málið í fyrra hálvleiki. Tíggju minuttir undan steðginum var hann fyri triðju ferð í ár málskjútti.

 

Átta minuttir eftir steðginum økti miðverjin Ingi Arngrímsson um munin til 2-0. Í 9. umfari, tá ið Víkingur vann 3-2 á heimavølli ímóti FC Hoyvík, skoraði hann tvey mál. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Rani ansen um munin til 3-0. Hetta var sætta málið hjá Rana Hansen í næstbestu deildini í ár. Rani hevur seinastu ferðirnar verið partur av besta hópinum, og í 3-0 steypasigrinum ímóti AB var hann fyrstu ferð málskjútti á besta liðnum.

 

Mánadagin fær besta liðið hjá Víkingi vitjan av NSÍ, og tá verður Rani Hansen ikki á listanum. Í dag sá hann tvær ferðir gult og harvið eitt korter undan leikloki eisini reytt.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði FC Suðuroy um munin. Málskjútti var Dánjal Godtfred, sum skoraði fyri triðju ferð í ár.

 

Nú hava bæði Víkingur og FC Suðuroy 16 stig.