Víkingarnir nógv seinkaðir

Seinkaða flogferðslan hevur eisini darvað Víkingi, ið hevur altjóða uppgávu í Kroatia

Hóskvøldið skal Víkingur spæla seinna dystin í triðja undanumfari av Europa League, tá teir á útivølli skulu spæla móti HNK Rijeka úr Kroatia.

 

Víkingur skuldi upprunaliga úr Føroyum klokkan 14:45 í dag, men ferðalagið hjá Víkingi sleppur ikki úr Vágunum fyrrenn klokkan 22:15 í kvøld. Eftir ætlan lendir ferðalagið hjá Víkingi í Kroatia á leið klokkan 5 í morginárini.

 

Víkingur hevur eitt heldur keðiligt útgangsstøðið til seinna dystin, tí Víkingur tapti fyrra dystin 5-1 á heimavølli.

 

Dysturin millum HNK Rijeka og Víking verður leiktur hóskvøldið.