Í dag biður Víkingur farvæl á heimavøllinum í Sarpugerði fyri kappingarárið 2023. Síðsti dysturin verður leygardagin, tá ið Víkingur fer til Klaksvíkar.
Gongdin hevur fleiri teir seinastu mánaðirnar verið framúr. Ímóti EB/Streymi í dag eru allir spælararnir hjá Víkingi tøkir uttan veteranurin Andreas Lava Olsen. Millum teir á beinkinum eru Jákup Johansen, Finnur Justinussen og Ari Olsen, ið er aftur á beinkinum, nú Signar á Brúnni er komin fyri seg aftur at skaða í økslini. Signar var í vikuni á U-21 landsliðnum, sum vann 1-0 í Andorra.
Hjá EB/Streymi er Bogi Reinert-Petersen framvegis skaddur, og í dag er álopsspælarin Filip Jovevic ikki á listanum. EB/Streymur fer aftur í eldin mikukvøldið, tá ið talan verður um seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Tá verður mótstøðuliðið B68 á Svangaskarði.