Teir, sum manna hópin hjá Vìkingi eru kanska lendir aftaná bragdið ímóti Tromsø, men tað gongur stak illa at lenda í Føroyum.
Í Leirvík, og í Gøtu gleða fólk seg til at heiðra sínum hetjum í Víkinga-húsinum, men tað má bíða til í morgin. Ferðalagið fer ikki úr Tromsø fyrrenn klokkan 12.30 í morgin, so heiðursløtan í Víkinga-húsinum verður seint seinnapartin í morgin.
Hans Jørgen Djurhuus undirstrikar kortini, at lagið er í topp hjá øllum í ferðalagnum.
(Mynd: nordlys.no)