Víkingarnir eru flúgvandi

ÍF misti heilt tráðin, og í Fuglafirði tók Víkingur oddasessin við ársins størsta sigri

Finnur Justinussen skoraði tvey mál í Fuglafirði

Alt kann henda, tí bólturin er rundur. Soleiðis plagar at verða tikið til, og soleiðis sá tað út í Fuglafirði í dag, inntil tað restaði ein lítil løta í Fløtugerði.

 

Men tað endaði við 8-1 sigri til Víking, sum nú er einsamalt topplið við fullari úrtøku fyri fýra dystir.

 

Gundur Ellingsgaard Petersen skoraði ársins fyrsta mál fyri ÍF beinanvegin. Uppleggið átti Dánjal á Lakjuni, og ÍF helt tørn um leiðsluna, inntil tað restaði bara ein lítil løta av fyrra hálvleiki.

 

Víkingur sat tó á spælinum, og víkingarnir spældu seg til eina røð av málmøguleikum. Jákup Jónsson stóð væl í ÍF málinum, og heimamenninir vístu øguliga góðan hugburð. Sum sekundini fóru, sá tað út til, at tað fór at eydnast ÍF at halda tørn um leiðsluna, til fyrra hálvleikur av liðugur.

 

Men so gekk tað, sum tað ofta hevur gjørt, tá ið Víkingur hevur verið í Fuglafirði.

 

Síðstu lítlu løtuna undan steðginum skoraði Víkingur tvey mál. Jákup Johansen javnaði, tá ið bólturin datt niður stutt út frá stólpanum, og so var tað Finnur Justinussen, sum eftir horna úr vinstru og við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

Eftir steðgin var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá víkingunum fór at vera, og tað endaði øgiliga ljótt hjá ÍF, sum legði rygg til ársins størsta tap í ár. Næststørsta tapið var, tá ið ÍF í fyrsta umfari tapti 6-0 í Klaksvík.

 

Finnur Justinussen skoraði eitt mál aftrat, og hann hevur nú skorað fimm mál í fýra dystum. Poul Kallsberg skoraði tvey mál, og Sølvi Vatnhamar umsetti brotsspark til mál. Síðstu løtuna skifti venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Polsen fleiri ómóðar spælarar inn, og so eydnaðist tað innskifta Martini Klein Joensen við fyrsta málinum í ár at staðfesta 8-1 sigurin hjá Víkingi.

 

 

 

ÍF – Víkingur 1-8(1-2)

 

1-0: Gundur E. Petersen

 

1-1: Jákup Johansen

 

1-2: Finnur Justinussen

 

1-3: Poul Kallsberg

 

1-4: Jákup Johansen

 

1-5: Finnur Justinussen

 

1-6: Sølvi Vatnhamar br

 

1-7: Poul Kallsberg

 

1-8: Martin Klein Joensen

 

 

 

Finnur Justinussen skoraði tvey mál í Fuglafirði