Víkingar venja samanhaldið

Meðan flestu feløg royna seg í venjingardystum, hevur fremsta mansliðið hjá Víkingi havt eitt heldur øðrvísi vikuskiftið.

Fremsta mansliðið hjá Víkingi hevur um vikuskiftið verið á einum sokallaðum "teambuilding" skeiðið.

 

Høvuðsendamálið við skeiðinum var at fáa leikararnar at flyta mørk, soleiðis at leikararnir vóru settir í støður, sum teir ikki eru vanir við. 

 

Hópurin hjá Víkingi møtti í Havnadali klokkan 07:00 leygarmorgunin til ein fyrilestur, har leikararnir vóru óvitandi um hvat skuldi henda.

 

Fyrst gekk leiðin til Syðradalar, har leikararnir síðaðu úr hamaranum, nakað omanfyri Syðradal.

Eftir tað fór ferðalagið út til Hestoyar, har leikararnir fingu ymiskar "teambuilding" uppgávur. Eisini skuldu leikararnir svimja í holum í Hestoynni, umframt á sjónum.

Dagurin endaði við einum góðum bita í Hesti fyri øllum ferðalagnum.

 

Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, letur væl at degnum.

 

-      Tað var ein stuttlig uppliving. Hópurin kom út fyri nógvum støðum, ið vit beinleiðis kunnu flyta yvir til okkara venjingar, og eisini taka við til dystir.

-      Endamálið við degnum var at fáa leikararnar at koma í støður uttanfyri teirra "comfort zone", soleiðis at mørk vóru brotin. Eisini fingu leikararnir uppgávur, ið høvdu nakað at gera við liðanda og vinnarahugburð, og eg haldi at allir leikararnir vóru væl nøgdir við dagin. Eg vil eisini takka Coastzone Føroyar fyri framúr góða fyrireiking av degnum.

 

Víkingur endaði í fjør á 6 plássið í Effodeildini. Hóast vónirnar vóru til meir enn eitt 6 pláss undan kappingarárinum, hjálpti tað væl at felagið vann kappingina um løgmanssteypið 2 árið á rað, umframt at felagið spældi seg víðari úr Evropeiskum fótbólti.