Víkingar í Klaksvík leygardagin

Vánaligur veðurforsøgnirnar eru orsøkin til, at dysturin millum KÍ og Víking verður framskundaður til leygardagin

Sambært kappingarskipanini skal dysturin millum KÍ og Víking - ella topp og botn, sum tey siga í Klaksvík - spælast sunnudagin, men hann verður nú fluttur.

 

Orsøkin er, at veðurforsagnirnar ikki boða frá serliga góðum veðri, og serliga sunnudagin verður ófantaligt. Hartil kann væl verða, at tað fer at  kava leygarkvøldið. Sannlíkt verður veðrið betri leygardagin, men enn er tó ikki endalig avgerð tikin um klokkutíðina, verður sagt úr Klaksvík.