Aftur í ár skipa hovbingar fyri víkingadøgum, og tað er nógv á skránni, bæði fyri børn og vaksin og til gamans og álvara.
Tað verður í døgunum frá hósdegnum 14. mai til sunnudagin 17. mai, at forni høvuðsstaður føroyingar, sum hovbingar málbera seg, verður miðdepilin fyri víkingadøgum.
Har fara víkingar at sýna fram vápnaleik og fyri børnini verður víkingaskúli, har tey læra at brúka svørð og skjøldur. Og tey læra at skjóta við boga og píl. Alla útgerð, tey skulu brúka, útvega fyrireikararnir.
Víkingar úr øðrum londum verða við og teir duga ikki bara at berjast, tí teir fara eisini at spæla útisjónleik.
Á víkingadøgunum verður eisini ein stórur víkingamarknaður við nógvum ymiskum hondgjørdum lutum úr træi, horni beini, jarni og øðrum. Og tey, sum vilja hava eitt sindur at vita um framtíðina, kunnu leggja leiðina framvið hjá vølvuni, Súsanna Vígdá, sum er ein spákona.
Tey, sum hava áhuga fyri tónleiki, fáa ta forkunnugu upplivilsi at hoyra føroya mætasta kvæðarokk-orkestur, Týr, hava konsert á skúlalagnum í Hovi og annars spæla Pól Arni Holm, Uni Debess og Janus í Húsagarði eisini á skúlalagnum.
Men hovbingar nýta eisini høvi til at vísa fólki nøkur fornminni, sum tað eru mong, sum yvirhøvur ikki vita av.
Í hesum sambandi verður gonguferð niðan á Grásteinar og Hovgrímsgrøv. Eisini verður farið út í hovið, sum er forna gudatemplið, sum er tað einasta í finst í Føroyum. Gingið verður fram við Kirkjujørð,har søgnin sigur at fyrsta katólska kirkjan í Føroyum stóð, sum Leivur Øssurson læt byggja konu síni, Tóru Sigmundardóttir.
Heri Joensen heldur gudstænastu í Hovs kirkju og ein rúnarsteinur verður avdúkaður til minnis um Øssur Hovgrímsson.
Ein onnur gonguferð verður verður fram við Hovsá, niðan á Vatnsnes, og inn í Ergidal, har munkarnir høvdu summarbúðstað í forðum.
Ein triðja gonguferð verður út á Soyði og Teigalendi. Har síggjast leivdirnar av bønarkráunum hjá munkunum, sum eru tær einastu í Føroyum. Eisini verður vitjað í mekjugarðinum, sum omma Hovgrím plantaði.
Hon var Írsk kongadóttir, sum abbi Hovgrím rændi til Føroya og mekjuna hevði hon við sær.
Tað verður Sirið Stenberg, býráðslimur í Vági, og løgtingskvinna, sum setur víkingadagarnar, har eisini sluppin Johanna, úr Vági og seksæringurin, Nadoddur, av Tvøroyri, verða við, og í hesum sambandi fer Johanna eisini í fjørðin at fiska við børnum.
Hovbingar savna inn pening til at byggja Føroya fyrsta víkingaskip og peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til endamálið. Konsertin hjá Týr er eisini ein stuðulskonsert í tí sambandi.