Kvívíkingar spíla seg nú út í kappingini um ferðafólkini, ið vitja Føroyar. Teir hava júst sett skjøtul á eina stóra verkætlan, sum skal partvís endurreisa gamla víkingagarðin í bygdini.
Støðið verður tikið í gamla víkingagarðinum í Kvívík, sum verður kallað Útgrevsturin niðri á Toft. Ætlanin er at byggja víkingagarðin í fullari stødd, so sum hann var í víkingatíðini, boðar Kvívíkar kommuna frá. Tað er Poul Hansen, ið er stigtakari til verkætlanina.
Partur av víkingagarðinum verður eitt langhús, sum í løtuni verður smíðað í Íslandi. Tað verður væntandi liðugt um eini 14 dagar og skal síðani flytast til Føroya.
Zakarias Jacobsen í Leynum er byrjaður at grava vegin til víkingagarðin og skjótt byrjar Jákup Andrias Joensen, eisini nevndur Jackie, upp á grólaðingararbeiðið.
- Vit í Kvívíkar kommunu eru sera fegin um verkætlanina, og vænta at ferðavinnan kemur at økjast í Norðurstreymoyar økinum, sigur Dánjal Petur Müller borgarstjóri.