Fyriskipararnir av Víkingafestivalinum hava snakkað við Pál Weihe, lækna, og avgjørt er nú, at Víkingafestivalurin verður hildin sum ætlað.
Tað verður tó tillagingum:
- Okur mæla til, at festivalgestirnir vísa hvørjum øðrum hógv og varsemi og fylgja koronutilmælunum neyvt. Okur spritta hendur og halda frástøðu.
- Støðini har tú kanst koma inn á festivaløkinum verður eftirlit hildið við, hvussu nógv kunnu vera inni í senn.
- Ert tú í iva um nakað, so ber til at ringja til koronulinjuna ella bíleggja eina kanning á corona.fo
- Kennir tú teg sjúkan - halt teg heima.
- Okur mæla til, at gestir hava maskur og handspritt við.
Fyriskipararnir gleða seg at taka ímóti festivalgestum:
– Koronahóttanin er enn, men við tillagingum og at halda tilmælini, skulu okur hava ein góðan festival, verður sagt