Í døgunum frá 14. til 17 mai eru Víkingadagar í Hovi.
Hetta er 3. ferð, at skipað verður fyri hesum tiltakinum, ið bara er vaksið hesi árini.
Hesaferð vitja 30 víkingar úr Íslandi, 6 úr Danmark, umframt at føroyskir víkngar eisini taka lut.
Mangt og ymiskt er á skránni hesar dagarnar, so sum víkingabardagi við røttum vápnaleiki, víkingaskúli fyri børn, konsert við TÝR, avdúkan av rúnarsteini, guðstæasta við kingosangi og gongutúrar til forn støð, sum mong eru av í Hovi.
Ein av langtíðarætlanunum hjá fyrireikarunum er at byggja eitt rættiligt víkingaskip eitt sonevnt langskip, uppá 17,5 metrar.
Enn er hendan ætlanin á tekniborðinum.










