Víkingadagar 2015 byrjaðu í gjárkvøldið í Sarpugerði, har Effo-liðini hjá Víkingi og HB spældu landskappingardyst, og Víkingur smurdi HB av.
Í dag verða hópin av tiltøkum og undirhaldi fyri alla familjuna niðri við bátahylin í Leirvík.
Nú seinnapartin klokkan 13.30 verður gongutúrur eftir gomlu bygdagøtunum og tey, sum ætla sær at verða við, skulu møta við Áway í Norðragøtu.
Tíðliga seinnapartin fer Beinir at syngja og spæla, svimjihylurin hevur opið til ókeypis svimjing, og her verður andlitsmáling, ponyríðing, hoppiborgir, leikatombola og ymiskt annað.
Seinnapartin í dag verður eisini ”table-football” við Effo-leikarum, og klokkan 15 verður grillin tendrað, og tá verður eisini ein fótbóltsdystur millum Víking og AB í 1. deild, menn.
Bátasavnið í Leirvík verður opið frá klokkan 15-17, og klokkan 17 verður eisini tað, tey rópa flaka-spuling í bátahylinum í Leirvík.
Í kvøld klokkan 19 verður útimøti á croket-vøllinum, og her er tað Missiónshúsið, sum skipar fyri. Seinni verður eisini croket-kapping millum kommunustýrislimirnar á vøllinum..
Klokkan 21 í kvøld verður felagssangur, og tá verður eisini røða.
Víkingadagar enda í kvøld við dansi í tjaldinum, har Fourmen fara at spæla.